Ein maður er deyður í einum ukrainskum dronuálopi í russisku marknaðregiónini, Belgorod, í nátt.
Tað skrivar guvernørurin í økinum, Vjatsjeslav Gladkov, á Telegram.
Hann vísir á, at tvey dronuálop komu stutt eftir hvørt annað og raktu býin, Grajvoron.
Guvernørurin sigur, at tað er Ukraina, sum hevur ábyrgdina av álopinum, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.
Næst síðstu nátt leyp Ukraina á eitt stórt russiskt oljureinsiverk í russiska býnum, Yaroslavl, sum liggur í ein landnyrðing úr Moskva.
Hetta visti tíðindastovan, Reuters, at siga, og her verður sagt, at eldur var í russiska oljureinsiverkinum.










