Tann 6. apríl í ár feiraðu starvsfólkini hjá Pihl og Søn 1 ára dagin, síðani tey tóku skipanina Invoice Workflow í nýtslu frá Formula.
Hetta er ein standard skipan, sum er innbygd í fíggjarskipanina Microsft Dynamics Nav og verður brúkt til góðkenning av fakturum, ein sokallað workflow skipan. Skipanin er ein føroysk kt-skipan, sum er ment av Formula, og sum verður nógv seld uttanlands.
Tali av starvsfólkum hjá E. Pihl og Søn sum brúka skipanina er omanfyri 700, og tey eru stødd í nógvum londum kring í heimin - t.d. í Panama, Danmark, Svøríki, Norra, Grønland og Føroyum. Árliga fara uml. 60.000 skjøl ígjøgnum skipanina, og Jan Berg deildarleiðari á Formula sigur, at gongur sum ætlað, verða tað uml. 150.000 skjøl í komandi framtíð.
Umframt at fyritøkan E. Pihl og Søn hevur keypt skipanina frá Formula, eru eisini aðrar kendar fyritøkur, ið hava keypt skipanina, td. Imerco, TV2, Telmore, Rema 1000, Saxo Bank og Bestseller, ið er tann størsta klædnafyritøkan í Danmark, og har tað starvast uml. 3.000 fólk einans í Danmark.