Millum tennisstjørnur í Berlin

UPPLIVILSI: Fyrrverandi stjørnuspælarin á 66-liðnum hjá KÍ er bitin av tennisítróttini og fyri kortum mól hann millum tennisstjørnur í Berlin. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið, sigur John Sigurd Joensen

 

Hann er best kendur sum fótbóltsspælari, men hann hevur fram um fótbóltin ein brennandi áhuga fyri tennisítróttini.

Tað hevði eisini við sær, at John Sigurd Joensen fyrr í mánaðinum leitaði sær til Berlin, har stór tenniskapping var. Og tað gjørdist eitt serstakt upplivilsi.

? Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið til eina tenniskapping, og tað var fantastiskt. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið at verða til teir mongu dystirnar og eisini hitta fleiri av teimum kendastu spælarunum í heiminum, sigur John Sigurd Joensen.

Hann blaðar errin ígjøgnum myndirnar, sum hann tók á ferðini til Berlin, og har er sjón fyri søgn, at hann hevur hitt nógvar av teimum kendu kvinniligu spælarunum.

Hann hevur mynd av sær og Jennifer Capriati, sum er komin afturíaftur sum tennisspælari, eftir at hon var komin út á eitt persónligt síðuspor. Eisini aðrir tennisspælarar sum Suares, Schneider, Hingis og aðrar eru at síggja á myndunum.

? Tað var stuttligt at hitta hesar tennisspælarar og kunna staðfesta, at hetta eru púra vanlig og fyrikomandi fólk, sigur John Sigurd.

Gamal áhugi

Áhugin fyri tennis er ikki nýggjur hjá fyrrverandi stórspælaranum hjá KÍ.

? Tað byrjaði í tíðini, tá Bjørn Borg og teir gjørdu um seg. Og áhugin er framvegis stórur. Eg fylgi væl við í teimum ymisku kappingunum í sjónvarpinum, og tí var tað eisini stuttligt at sleppa til ein kapping sum hesa, sigur John Sigurd.

Berlin Open fyri kvinnur var ein undirhaldandi og lívlig kapping.

? Tað er líka so stuttligt at hyggja eftir tennis hjá kvinnum, tí ofta verður tað meiri spæl í slíkum dystum. Menninir serva ofta so hart, at tað kemur sjáldan rættiligt spæl í, sigur John Sigurd.

Ferðin til Berlin endaði eisini við, at John Sigurd kom í stóra blaðið Bild, sum greiddi lesarum sínum frá hýruvognsføraranum úr Føroyum, sum var komin allan vegin til Berlin at fylgja við í tenniskappingini

? Eina dagin eg fór at fáa mær at eta var sera trongligt við plássi. Eg fór til eitt borð, har tað sótu tveir menn, og setti meg hjá teimum. Tað vísti seg at verða ein journalistur hjá Bild og pápi hansara. Vit prátaðu saman, og hann vildi gjarna skriva eina stutta grein um meg, greiðir John Sigurd Joensen.

Og soleiðis endaði hann í blaðnum við millióna upplagi.

Heilsan úr Berlin

Afturkomin til Føroya hevur John Sigurd hug at gera líknandi ferð aftur.

? Eg tími ikki at ferðast til summar og sól. Eg vil heldur hava okkurt sum hetta at fara til, tá eg fari av landinum. Eg var fyri nøkrum árum síðani í Nashville, og tað var eisini ein sera stuttlig ferð, sigur hann.

Í Berlin kom John Sigurd í samband við tveir lívverjar hjá heimsins besta kvinnuliga tennisspælara, Martinu Hingis, og teir vóru sera áhugaðir at hoyra um Føroyar. Teir fingu allar upplýsingar, sum teir høvdu fyri neyðini, og teir fóru eisini avstað við adressuni hjá John Sigurdi.

Í farnu viku fekk John Sigurd ein brævbjálva úr Berlin.

? Brævbjálvin var frá einum hotelli í Berlin, og eg skilti als einki av tí. Ikki fyrr enn eg lat brævbjálvan upp og fann eina persónliga heilsan frá Martinu Hingis í honum, greiðir hann frá.

Umframt tennis hevur John Sigurd eisini stóran áhuga fyri boksing, men hvussu er so við ítróttini, sum hann er kendur fyri at hava gjørt vart við seg í.

? Jú, fótbóltur kemur helst sum nummar trý í røðini, svara fyrrverandi landsliðsspælarin.