Í dag skipa Býlingshúsið á Ternuryggi, Býlingshúsið undir Brúnni og Dagstovnurin Sólareygað fyri mini-OL. Hesir stovnarnir skipa ofta fyri tiltøkum saman, og er tað vorðið fastur siður at skipa fyri summarveitslu. 180 børn ganga á hesum trimum stovnunum, so nógv lív er, tá allir eru samlaðir.
Hetta er 5. árið, at tey skipa fyri eini tílíkari veitslu, og í ár er evni mini-OL. Dagurin byrjaði við at barnagarðarnir gingu skrúðgongu inn á vøllin, við flaggbera og kyndlabera á odda, og tendraðu OL-bálið. Síðani var tjóðsangurin sungin, áðrenn skúlabólkarnir sungu ein OL-sang, ið til ber at hoyra, um trýst verður á pílin undir myndini.
Børnini kundu kappast í nógvum ymiskum greinum. Har var skígonga, longdarlop, stafettrenning, hæddarlop, rullibrett, liggisúkklur og mangt annað spennandi. Børnini fingu matpakka frá Dugna og seinnapartin kom HB-málmaðurin Teitur Gestson á vitjan, og sluppu tey at royna seg móti honum á fótbóltsvøllinum.
Býlingshúsið á Ternuryggi hevur eisini 26 ára føðingardag í dag, so hetta var vorðið sum føðingardagsveitsla.