Minnið farið at bila

 

Atli Hansen
???????????

Í grein í bløðunum aftan á valið royndi eg at vísa á nakað, sum nógv sambandsfólk hugsaðu, nevniliga orsøkina til tað vanlukkuliga úrslitið av valinum fyri Sambandsflokkin. Hetta er fallið Eilif Samuelsen fyri bróstið og ger hann seg tí til láturverja fyri fráfarandi formann m.a. við at leggja eftir mær við ósannindum.
Nei, Eilif Samuelsen. Eg hevði ongan leiklut í tí, sum gekk fyri seg á landsfundinum fyri 3 árum síðan við "at gera mítt ítasta at framprovokera formansskiftið og velja ein formann móti sínum vilja". Eg var ikki á landsfundi og hevði einki við uppskotið til formann at gera. Tvørturímóti, so ávaraði eg á heystfundinum áðrenn nevnda landsfund limir í Unga Sambandinum ímóti at skjóta Lisbeth L. Petersen upp, tí tað var eingin loysn. Og um tað so eisini var móti hennara vilja, so hevði tað slettis onga meining.
At leggja meg undir at hava havt henda leiklut er væl tað Eilif Samuelsen hevur í kvittanum tá íð hann tosar um at vaska skitin klæðir alment.
Tað sum Eilif Samuelsen helst hugsar um gekk fyri seg fyri 6-7 árum síðan, tá eg brúkti mín demokratiska rætt sum limur í Sambandsflokkinum at vera við til at skjóta eitt annað valevni enn verandi formann upp. Men tað er ein heilt onnur søga - um vantandi demokrati m.a.

Veljarnir koma ikki á landsfund
Um man vil í tal við tey 7507, sum stuðlaðu Sambandsflokkin til valið, nyttar einki at fara á landsfund til eftirmetingar. Har koma veljarnir ikki. Har koma - eins og í øðrum flokkum - ein kjarna upp á 50 - 100 fólk. Men man má viðganga, at tað er her, at tær strategisku avgerðirnar fyri flokkin verða tiknar.
Nei, vil man í samband við veljarafjøldina, so má man nýta fjølmiðlarnar. Og taka tær avleiðingar tað hevur við sær. Tað var tað eg gjørdi í nevndu grein og at eg var á góðari leið hava óteljandi heilsur frá sambandsfólki sannført meg um. Og tað man eisini vera trýstið frá hesari fjøld, sum hevur ført tær stóru broytingarnar í sambandspolitikkinum við sær. Tí tað sum ikki kundi takast upp á tunguna fyri afturlatnum hurðum í sambandsrúminum í 1996 er í dag almennur sambandspolitikkur.
Og so er bert eftir at ynskja, at tær kreftir, sum hava gjørt hesar broytingar møguligar eisini koma at mynda flokkin framyvir. Tað eiga allar eftirmetingar av valinum at leiða fram til.