Minningarorð um elskaðu mammu okkara

Lydiu Sólheim Hansen

Fødd 25. august 1951

Deyð 15. september 1999

Góða mamma

Tað er so svárt at fata hvat, ið er hent. Tú vart bara 48 ára gomul, og skuldi tí havt nógv góð ár eftir at liva í. At tú ert farin frá okkum er so veruleikafjart og meiningsleyst, at vit hvønn dag bara rokna við, at tú við tínum blíða lyndi trínir innum dyrnar. Vit leingjast so nógv eftir tær ? tað er eins og okkara lív er uppsteðgað, og vit hava torført við at síggja nakað ljós fyri framman. Men vit síggja tó, at lívið heldur fram og vit mugu luttaka í tí, tí vit vita, at tað hevði tú ynskt fyri okkum.

Nú tá vit fingu tey syrgiligu boðini, at tú vart farin frá okkum, vart tú akkurát í Danmark og vitjaði babba, sum var á sveisiskúla. Tit hugnaðu tykkum so væl í summarhúsinum hjá okkum í Gilleleje. Vit tosaðu við teg dagin fyri tú doyði, og tú ljóðaði so glað og frísk.

Vit í Århus gleddu okkum so nógv til, at tú og babba skuldu koma at vitja okkum. Vit fortaldu fyri Lydiu, at nú fóru omma og abbi at koma. Og hon segði ?omma? og ?abba?. Men dagin fyri, at tit skuldu koma, fingu vit tey syrgiligu boðini, at tú vart deyð ? tað er ófatuligt. Tú sum vart púra frísk, hvussu kann tað bera til? Lítla Lydia elskaði teg mamma, og tað sást týðiliga hvussu stolt tú vart av at verða blivin omma. Men bert eitt gott ár untist tær at uppliva ommudóttrina, áðrenn tú so knappliga fórt frá okkum, og tað er so svárt at vita, at Lydia nokk ikki fer at minnast teg.

Vit eru nógv, sum syrgja yvir teg mamma. Tú vart ein góður stuðul hjá ommu og abba, og tað fór valla ein dagur framvið, uttan at tú hevði verið inni hjá teimum, og tað vóru tey so glað fyri. Øll systkini hjá tær við familju hava eisini eina sera svára tíð nú, tí tú vart tann elsta í einum flokki uppá 7 systkin, og tit hava øll hildið sera væl saman gjøgnum árini. Tað fór ikki ein føðingardagur framvið í familjuni, har vit ikki øll royndu at koma saman. Vit høvdu tað so gott øll somul í summar, tí øll fingu møguleikan at vera saman her í Føroyum, og mangar stuttligar løtur høvdu vit saman, tá spøl vóru spæld, sum Jeopardy til langt út á náttina.

Mamma, tú hevði eisini nógvar vinkonur og arbeiðsfelagar, sum tú ofta vart saman við. Tær dámdi so væl at vera í sambandi við onnur fólk, og tað var sjáldan, at tú sat einsamøll inni, sjálvt um babba var í útlandinum og arbeiddi. Tú fanst altíð uppá okkurt stuttligt at takast við, og tú elskaði at hava nógv um oyruni. Tað eyðkendi títt lív!

Tú vart sera arbeiðsom, og arbeiddi í Føroya Keypsamtøku fyrrapartar og í Arbeiðarafelagnum Hæddini seinnapartar. Harafturat sat tú eitt tíðarskeið bæði í nevndini í Støkk og í NSÍ. Tú vart álítandi, har tú var stødd, og tú var sera vælvitandi um flest øll viðurskifti.

Góði babba, tú og mamma hava havt eitt ríkt lív saman. Tit vóru sera tætt knýtt at hvørjum øðrum, og tykkum báðum dámdu sera væl at ferðast saman, serliga her í Føroyum. Tit sigldu oftani kring oyggjarnar og svóvu umborð á bátinum, eins og tit hava verið við tjaldi kring um í Føroyum. Serliga minnast vit eisini allar teir góðu túrarnar, tit bæði plagdu at tosa um í Góðadali.

Men mamma, tað fer nokk at taka eina tíð, áðrenn tað veruliga gongur upp fyri okkum, at tú ikki ert ímillum okkum meira. Í okkara hugaheimi síggja og hoyra vit teg. Og vit ímynda okkum, at tú fert at ringja onkran dagin og siga, sum tú plagdi, ?hey, tað var bara mamma?, við tíni mildu og fittu rødd. Tað er so ringt at hugsa sær, at vit ikki skulu hoyra tína rødd aftur, ikki síggja teg, nema við teg, klemma og mussa teg.

Men vit trúgva, at vit ein dag skulu møtast aftur, heima hjá Gudi í himlinum. Tí vit liva víðari í trúnni á, at deyðin ikki er tað seinasta.

Tað er ringt at fáa troyst í hesi tíð, men nøkur orð sum vit ofta hugsa um eru:


Heldur vil eg

missa teg

enn ongantíð

møtt tær


Hetta eru orð sum Steinbjørn B. Jacobsen hevur skrivað. Hesi orð troysta okkum í sorgini, tí at eitt er heilt vist, at betri mammu enn teg, kann man ikki fáa. Tú vart so fitt, mild, rólig og glað. Vit vistu, at vit altíð kundu venda okkum til tín, um ymiskir trupulleikar stungu seg upp, og tú hevði altíð eitt gott ráð at geva. Tú hevði friðin í tær mamma, um okkurt bagdi hjá aðrari av okkum, so gjørdust vit beinanvegin róligar, tá tú vart hjá. Tú vart so góð við okkum og vit við teg. Og tí er tað so ringt at missa teg. Men minnini eiga vit góð, og tey vilja vit goyma í hjørtum okkara.

Friður verið yvir minnið um teg góða mamma.


Rannvá og Dagbjørt