Eg trúði tí ikki, tá ið eg hoyrdi, at pápi mín var funnin druknaður, hann, sum var so góður svimjari. Eg helt, at tað kundi ikki passa, men so komu beiggjarnir Eiler og Jón, tá gekk upp fyri mær, at tað mátti vera satt.
Góði babba, eg minnist, tá ið vit vóru børn, tá tók tú okkum við tær til Klaksvíkar, har tú lærdi okkum at svimja. Tú hevði so gott tol og dugdi tú eisini so væl at læra frá tær, tú gavst ikki, fyrrenn vit øll dugdu at svimja.
Góði babba, ongantíð gloymi eg, tá ið tú fast hvønn sunnumorgun kom og vakti meg, fyri at geva mær drekka uppá songina, og hvussu tú altíð gav tær tíð at spæla ymisk spøl við okkum. Tú kundi sita í fleiri tímar og ikki var tað altíð so lætt hjá tær, tí eg og Adelaid klandraðust so illa, men tú dugdi so væl at fáa okkum at halda uppat, tí tú var so tolin við børn og tað sást eisini, tá ið tú koyrdi lastbil og gravmaskinu. Tú var ongantíð einsamallur, tí tað sat altíð okkurt barn í hjá tær, meðan tú arbeiddi. Og minnist eg, at børn komu heim til okkum fyri at vita, um tey kundu sleppa við tær til arbeiðis.
Góði babba, eg minnist, tá tú kom til mín og segði, at tú hevði teknað meg til at taka tað stóra koyrikortið. Eg trúði ikki, at eg fór at klára tað, men eg fekk so góða hjálp frá tær og gloymi ikki, tá ið eg fór upp í koyring, tá koyrdi tú aftan á mær alla tíðina, tú var so spentur at vita, um eg fór at klára tað, og var tú so glaður, tá ið eg hevði koyrikortið í hondini, og eg var so glað, tí nú kundi eg koma at hjálpa tær.
Góði babba, ikki hevur tað altíð verið lætt hjá tær, men tú var so tolin, altíð smílandi og ongantíð segði tú eitt øvugt orð um nakran, altíð hugsaði tú um onnur, soleiðis var tú bara.
Góði babba, tað tók hart uppá teg, tá ið Ægir fór á land, tú var so glaður fyri at vera við har og helt tú so nógv av Thorleifi, altíð spurdi tú meg, um eg hevði sæð hann.
Babba, at tú var væl avhildin, sást á tí stóra skara, sum kom at fylgja tær, og eitt skalt tú vita, babba, eg var ógvuliga slt av tær, tí øll, sum høvdu vit teg at gera, søgdu, at tú var tiltikin raskur maður, og vil eg takka tær fyri alt, sum tú hevur gjørt fyri meg. Tað er ógvuliga tungt at vita, at tú nú ikki er millum okkum meira, men góði babba, nú hvílir tú í friði, vit skulu nokk møtast aftur ein dag.
Ærað veri minnið um pápa mín, Hjalmar Guttesen.
????????????
Dóttir tín Guðrun