Ein dystur er í dag leiktur í Burn mansdeildini.
Í høllini á Hálsi í Havn vann Kyndil stórsigur 38-28.
Í steðginum vóru kollfirðingar annars á odda 15-14, so teir taptu seinna hálvleik við 11 málum.
Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Teitur Poulsen Hellisdal og Tobias Thisen við seks málum hvør. Benedikt Emil Aðalsteinsson var stórskjútti hjá KÍF við heili 14 málum.
H71 er fremst við 14 stigum. Kyndil hevur 12 stig á øðrum plássinum. StÍF og VÍF hava 10 stig hvør, og Neistin og KÍF hava átta stig hvør. Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.











