Møtti sponsorbarni sínum Veroniku

Sniðgevin og songkvinnan Laila av Reyni, er fyri kortum komin heima aftur til Føroya, eftir tríggjar mánaðir í Arikanska landinum Kenja saman við manni sínum og báðum børnunum

- Tað var tíðliga um morgunin, sólin bakaði og fram við vegin stóðu sebrur, apur og onnur djór sum vit vanliga fara í djóragarðin fyri at síggja. Eisini vóru øll fólkini svørt og vit kendu at øll eyguni vóru vend móti okkum, sigur Laila av Reyni, um fyrstu inntrykkini hon fekk, tá hon saman við manni sínum Leif og báðum børnunum, lendi í Afrikanska landinum Kenja, har tey vóru í tríggjar mánaðir.

 

Tá ið avgerðin hjá familjuni var tikin, um at tey fóru avstað, var ikki torført at velja landið, sum farast skuldi til. Leif visti um eitt danskt par, sum hevur sett á stovn barnaheimið "New Life Africa International" í Kenja. Fyri 20 árum síðai byrjaði hetta parið við sunnudagsskúla og sum tíðin leið varð virksemið breiðkað. Í dag eru umleið 800 børn á New Life Africa International, sum eisini fevnir um ein seymiskúla.

 

Tá Leif og Laila av fyrstanu tíð hoyrdu um felagsskapin valdu tey at stuðla eini gentu fíggjarliga, soleiðis at hon fekk ein møguleikan at kunna sær vitan gjøgnum útbúgving.

 

-Av tí at vit javnan fingu tíðindaskriv frá barnaheiminum vóru vit ofta mint á tey. Eisini hevur heimið ein seymiskúla, sum eg vildi sleppa á, tí har kundi eg koma við mínum íkasti, sigur Laila.

 

Laila og Leif høvdu ikki sagt sponsorbarni sínum frá at tey høvdu eina ferð til Kenja í væntu.

 

-Eg sat við seymimaskinuna og seymaði gardinur, tá Veronika kemur inn í rúmið. Síðani spurdi eg hana um hon eitur Veronika. Hon sigur ja. Eg sigi so við hana at eg eri sponsorurin hjá henni. Tað var ræðuliga stórt fyri hana. Hon fór at tára, klemmaði meg, fór út og sendi fólk inn at hyggja at mær.

 

Laila og familjan brúktu nógva tíð saman við Veroniku og forkelaðu hana meðan tey vóru har. Veronika fekk eina nýggja seymimaskinu frá teimum í jólagávu og slapp at royna ymiskt saman við familjuni. Omma hennara var eisini ómetaliga glað fyri tann stuðulin tey høvdu givið Veroniku.

 

- Tað var stuttligt at síggja hvat stuðulin man hevur givið teimum kann føra til, sigur Laila.