NOREG
Tað hevur seinastu nógvu vikurnar gingið við rúkandi ferð hjá Molde, men hesar seinastu dagarnar hava teir av álvara fingið beinini niður aftur á jørðina. Hóskvøldið spældu teir í triðja umfarinum í steypakappingini. Tað var á útivølli ímóti Hødd, sum er í næstbestu deildini. Hødd sigur ikki føroyingum so nógv, men tað ger Ulsteinsvik. Har eru nógv skip bygd til føroyingar ? serliga var tað í seksti árunum.
Men har var Molde og spældi steypadyst, og tað gekk ikki væl. Hødd skoraði, tá tað restaðu tveir minuttir, og tað var einasta málið. Sagt verður at sigurin var uppiborin. Molde hevði ikki nógv at bjóða uppá, og Eddie Gustafsson hevði havt tvær ella tríggjar stórar bjargingar, áðrenn málið fór ígjøgnum hjá honum.
Eftir at teir høvdu vunnið seks landskappingardystir á rað, tapti Molde stórt sunnudagin, tá teir vóru í Bergen og spældu ímóti Brann. Jákup Mikkelsen er framvegis á beinkinum hjá Molde. Hesa ferð sá hann kappingarneytan Eddie Gustafsson fýra ferðir í 2. hálvleiki fara í meskarnar eftir bóltinum. Tá tað var hálvleikt, var Molde á odda 1?0. Teir skoraðu beinanvegin upp á brotsspark, og tað sá ljóst út, tá Brann í 1. hálvleiki hevði misnýtt brotsspark.
Brann hevur ikki staðið seg nakað serligt í ár, men hesa ferð rósti íslendski venjarin, Teitur Þordarson, sínum monnum upp til skíggja. Hann segði seg ikki hava sæð teir arbeitt soleiðis fyrr í ár, sum teir gjørdu sunnukvøldið.
Í hvør sínum enda
Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at Lillestrøm saman við Molde skuldi kappast ímóti Rosenborg. Molde er framvegis næstfremst, men tað er hvørki Rosenborg ella Lillestrøm, sum er ovast. Tað er Lyn úr Oslo. Sunnudagin vunnu teir á heimavølli 1?0 ímóti Bryne, og nú er Lyn fimm stig undan hinum. Norsku fjølmiðlarnir siga, at avrikið hjá oddaliðnum hesa ferð var mest átókt tí hjá einum botnliði. Men tá tað ber til at fáa fulla úrtøku burturúr, tá spælið er vánaligt, so halda norsku miðlarnir, at tað sær ikki so galið út hjá Lyn.
Lillestrøm hevur havt eitt serliga vánaligt kappingarár. Sunnudagin vóru teir vesturi í Stavanger, og tað royndist ikki væl. Viking vann 3?1, og nú verður møguleikin, at Lillestrøm skal flyta niður, ikki mettur at vera púra burtur.
Rosenborg trilvaði rættuliga nógv fyrstu nógvu umførini, men teir eru nú komnir alt nærri toppinum, og tað verður mett at vera sannlíkt, at teir fara at enda, har sum teir plaga at vera, tá kappingarárið er liðugt. Hesa ferð vóru teir úr Tróndheimi í Skien og spældu ímóti Odd Grenland. Frammanundan hevði nógv skaðaplágaða Rosenborg tapt fimm útidystir upp í slag, men hesa ferð eydnaðist. Rosenborg vann 3?1.
Í klønum tráði
Í botninum stendur illa til hjá Sogndal, sum inntil í fjør var føroyska felagið í norskum fótbólti. Tað stendur so mikið illa til, at norsku fjølmiðlarnir meta tað rættuliga sannlíkt, at venjarin fer at verða skiftur út. Torbjörn Glommer sigur, at hann fer at brúka næstu tríggjar vikurnar, meðan norska kappingin er í stuttum summarsteðgi, at hugsa um støðuna.
Hesar seinastu dagarnar hevur Sogndal lagt rygg til tvey stórtap. Fyrst taptu teir 5?0 í steypakappingini. Og sunnukvøldið gekk illa í landskappingini. Á heimavølli høvdu teir vitjan av Moss, sum ikki á nakran hátt hevur skarað framúr í ár. Men Moss avrikið var nóg mikið til, at teir kundu fara suður aftur við 4?0 sigri í viðførinum. Tað er heilt illa statt í verjupartinum hjá Sogndal, og nú frættist tað, at mest eyðsýndi álopsmaðurin kanska er á veg úr felagnum.
Tommy Øren spældi ofta saman við Kurt Mørkøre í Sogndal álopinum. Eitt ár er eftir at sáttmálaskeiðnum hjá honum og Sogndal, men nú ljóðar, at tað eru góðir møguleikar fyri, at Tommy Øren longu í summar flytir til Rosenborg, sum hevur ráð at keypa hann leysan úr Sogndal.
Bodø/Glimt hevði ikki skorað á heimavølli síðani 28. apríl, tá teir fingu vitjan av Vålerenga. Úrslitið var 2?2, og tað vóru teir á heimaliðnum ikki illa nøgdir við.
Stabæk sendi Start aftur til Kristiansand við 5?2 tapi. Verjuspælið hjá Start var út av lagi vánaligt.
Fimtanda umfarið verður spælt 20. juli. Nú er avgjørt at dystirnir, sum skuldu havt verið spældir næstsíðsta vikuskifti, skulu spælast 31. juli. Tá skal Molde spæla á útivølli ímóti Sogndal. Dystirnir vórðu útsettir, tí spælararnir vóru í verkfalli.