Í gjár, beint áðrenn blaðið fór til prentingar var proceduran í málinum, har John Petersen skal hava neyðtikið eina 17 ára gamla gentu, liðug. Bæði ákærin og verjin dugdu væl at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum. Ákærin helt, at talan var um eitt álvarsmál, og kravdi ákærda at verða dømdan í fongsul í 10 mánaða fongsul. Hann bygdi hetta á frágreiðingarnar hjá gentuni og eisini frágreiðingarnar hjá John Petersen sjálvum. Hann vísti serliga á, at tað ikki kundi bera til, at John Petersen visti, at gentan vildi sleppa í song við honum. Hon hevði aldri sýnt hetta í atburði sínum á nakran hátt, hevði hann somuleiðis eisini sjálvur sagt, og legði ákærin dent á, at hetta var ein mistonkilig frágreiðing. Harafturat vísti hann á, at skárairnar fyri løgtingsfundirnar einki kunnu vísa, tá hvørgin av pørtunum er vísur í dagfestingini fyri samleguna.
Thomas Rørdam, ið er verji hjá John Petersen, hefti seg serliga til dagfestingar. Hann helt tvørturímóti ákæranum, at gentan var vís í dagfestingini, tá hon hevði sagt læknanum, at samlegan var farin fram tann 1. juni 1998. Hetta var tó tað einasta verjin helt vera heilt satt í frágreiðingini hjá gentuni. Hann vísti á, at søgan var skrúva eitt stig ógvusligari orsakað av slatrinum gjøgnum tíðina. Hann vildi tó iki siga, at gentan leyg, men at hon var ávirkað av slatri og øðrum kenslum.
Eitt annað, ið Thomas Rørdam legði dent á, var, at gentan kanska hevði havt hug á John Petersen, tí hann var ein kendur persónur. Hann vísti á málið um Lewinsky og Clinton, og segði, at væl kundi vera, at gentan veruliga vildi sleppa í song við John Petersen, av tí at hann var so kendur. -
Hesum vísti ákærin tó aftur, og helt hann fast við, at John Petersen hevði nýtt vald móti gentuni.
Vit kláraðu tíðverri ikki at fáa dómin við, áðrenn blaðið fór til prentingar, men meira kann lesast um rættarmálið á internetinum, so skjótt dómur er fallin einaferð umleið klokkan hálvgum seks.