Í kvøld klokkan 18 spæla HB og skotska liðið, Motherwell FC seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League. Dysturin verður leiktur á Tórsvølli.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Motherwell vann 2-0 í fyrra dystinum á Fir Park leikvøllinum.
Tá liðini hittust í UEFA Cup undankappingini í 1994 vann Motherwell 3-0 á heimavølli og 4-1 á Svangaskarði á Toftum.
Hóast HB - sambært bólt.fo - ikki hevur tapt ein heimadyst í Evropa síðani 2016, so hevur Motherwell eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
(Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð)
Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 5,00 og 6,25.
Oddsini upp á javnleik, ið sendir Motherwell víðari í kappingini liggja millum 3,70 og 4,20.
Oddsini upp á útisigur til Motherwell liggja millum 1,47 og 1,59.
HER eru oddsini:
##med2##












