Føroyar kunnu skjótt fáa sítt egna almenna heiðurstekin.
Tað verður staðfest í ólavsøkufrágreiðingini hjá løgmanni, har sagt verður, at arbeiðið nú er komið so langt, at eitt álit er handað landsstýrinum, og næsta stigið verður at tryggja politiska undirtøku.
Í november 2023 varð ein serstøk nevnd sett at gera uppskot um eina føroyska skipan við heiðurstekni. Nevndin handaði 25. apríl í ár løgmanni sítt álit, og nú ætlar løgmaður at taka málið upp við allar flokkar í Løgtinginum.
Endamálið er at fáa eina skipan, sum hevur breiða politiska undirtøku, so føroyska heiðursteknið verður ein felags virðisløn hjá øllum samfelagnum.
Málið byggir á eina samtykt í Løgtinginum frá 2022, har samtykt varð at fyrireika eina føroyska skipan.
Í Føroyum hevur eingin almenn skipan verið at heiðra borgarar við føroyskum heiðurstekni. Í dag eru tað danskar heiðurslønir, sum vanliga verða latnar fólki fyri serlig avrik.
Við nýggju skipanini verður møguligt hjá Føroyum sjálvum at heiðra fólk, sum hava gjørt serlig avrik innan mentan, vinnu, gransking, ítrótt, samfelagsarbeiði ella onnur týðandi øki.
Álitið um heiðursmerkið kann lesast her











