NSÍ boðar frá á facebookvanga sínum:
- Í samband við flotta úrslitinum hjá NSÍ móti FC Koper í Slovenia, verður ein móttøka fyri leikarunum og venjaratoyminum í dag, leygardag 1/8, kl 21:00 í kommunuskrivstovuni í Saltangará.
ØLL eru hjartaliga vælkomin. Skrivar NSÍ.
NSÍ vann á torførum útivølli - og í nógvum hita - á slovenska liðnum, Koper í øðrum undanumfarinum í Conference League.
NSÍ tapti 0-2 á heimavølli, men megnaði aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping at vinna 7-4, og harvið samanlagt 7-6 á Koper.
Hetta er fyrstu ferð NSÍ vinnur seg tvær ferðir víðari í evropeiskari kapping, og fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið vendir einum 0-2 tapi heima til ein samlaðan sigur í einari evropeiskari kapping.











