Tað var ikki nøktandi fyri italska meistaraliðið Inter Milan at tapa samanlagt 0-3 ímóti Liverpool í 1/8-finaluni í Champions League. Tí hevur leiðslan hjá italska meistaraliðnum sett seg í samband við fyrrverandi meistaravenjaran hjá Chelsea, hin 44 ára gamla portugisan José Mourinho. Partarnir hava samráðst, men í dag fór Mourinho aftur til portugisiska høvuðsstaðin Lissabon fyri at hugsa um tilboðið frá Inter Milan. Mourinho sigur, at tað er ein gamal dreymur hjá sær at sleppa at royna seg, sum venjara í bestu italsku fótbóltsdeildini. Inter er oddalið í Italia í løtuni, og hava teir verið meistarar tvey ár á rað.