Ein serliga ríkur vælgeri hevur donerað 50 milliónir dollarar til Grierson Gallery í Kalifornia, so at gallaríið kann keypa størsta listarverkið í USA, málningin »Whistler?s Mother«, og fáa tað heima til USA. Tá tey fegin vilja seta ein serligan dám á eina slíka hending, vendir stjórnin í Grierson Gallery sær til Royal National Gallery í Onglandi og biður tey seta teirra størsta serfrøðing og mest prominenta persón at seta serligan dám á avdúkingina av málninginum.
Men savnið sendir ikki teirra mest prominenta persón - heldur ikki teirra størsta serfrøðing á økinum. Hinvegin. Tey síggja støðuna sum eitt kærkomið høvi til at sleppa av við teirra mest ódugnaliga medarbeiðara, Mr. Bean!
Filmurin hevur frumframførslu í Havnar Bio fríggjakvøldið 5. september - og má síggjast?!