Hóast hann fekk eina frísparksperlu eftir bara 90 sekundum, so kundu hvørki Poul N. Poulsen ella liðfelagarnir í Skála brúka tað til nakað serligt.
- Tíverri var tað ikki nóg mikið til at fáa stig. Eg haldi eisini, at vit flyta okkum ov lítið á vøllinum. Ikki minst, tá vit eru ein í yvirtali.
Og sum stigatalvan sær út, so eru væl ikki ráð til at fara stigaleysir av vøllinum alt ov ofta?
- Nei, tað er tað ikki. Vit eru tvingaðir til at fara eftir trimum stigum hvørjaferð. Líkamikið, um vit spæla í Gundadali ella onkra aðrastaðni, segði Poul N. Poulsen eftir dystin sunnudagin.