Mugu fáa betri umstøður at halda tilmælið um koronu

Nógv eru ótrygg, nú rættiliga nógv fólk koma við flogfari til Føroya at halda jól

Fólk, sum koma til Føroya, hava ikki nóg góðar møguleikar at halda tilmælini um koronu og sostatt økist vandin fyri, at smittan fer at breiða seg á álvara. Tað heldur Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, og tí spyr hon nú Bárð á Steig, løgmann, um hann ætlar at gera nakað við tað.

Sostatt spyr hon løgmann, um nøkur ætlan fyriliggur um at bera so í bandi, at tey, sum koma til landið, yvirhøvur fáa umstøður til at halda tilmælini um koronu. Hon heldur, at tað kann gerast við at hava serlig høli til taks til tey at vera í, meðan tey bíða eftir farti millum oyggjarnar.

Og hon spyr eisini um nøkur ætlan fyriliggur um at geva teimum, sum koma til landið, umstøður at halda tilmælini ímeðan tey ferðast á flogvøllinum, ella við strandfaraskipunum, ella við bussum hajá Bygdaleiðum.

Sirið Stenberg vísir á, at í hesum døgum koma nógv fólk heim at halda jól við og tí heldur hon, at tað hevur bráðskund at tryggja, at tey hava møguleika at halda tilmælini um koronu.

– Nógvar familjur eru ótryggar við støðuna, og kvinnufelagið í Suðuroynni, Valkyrjurnar, hava eisini heitt á avvarðandi myndugleikar um at tryggja, at okkara útisetar fáa hildið tilmælini ímeðan tey ferðast.

– Nógv ferðandi koma úr londum, sum eru hart rakt av koronu, og fleiri hava langa leið at ferðast aftaná at vera lend á flogvøllinum.

– Sum ferðasambandið er, kunnu tað vera fleiri tímar at bíða eftir Smyrli hjá teimum, sum skulu til Suðuroyar, og tað sama ger seg uttan iva eisini galdandi aðrastaðni.

– Sambært tilmælunum skulu ferðafólk fara beint í heimauppihald, tá ið tey eru komin upp á pláss og tey skulu ikki fara ímillum fólk ta fyrstu tíðina. Tí er brúk fyri hølum til tey at vera í, so tey kunnu vera fyri seg sjálvi ímeðan tey bíða eftir farti.

Men tað er eisini neyðugt at tey fáa umstøður til at halda tilmælini umborð á ferjum og bussum, sigur Sirið Stenberg.