Mugu handla her og nú

Heidi Petersen, talskvinna í fiskivinnupolitiskum málum, heldur, at føroyingar longu eru um at liggja sjóvarfallið av sær, soleiðis at øll veiðirættindi eru á útlendskum hondum, áðrenn politiska skipanin hevur reagerað

Tilfeingisgjald

Tá spurningurin um eitt tilfeingisgjald á føroyskari fiskivinnu verður umrøddur, hevur Tjóðveldisflokkurin eina greiða støðu. Í øllum førum í útgangsstøðinum, tí ein annar spurningur er, hvussu ætlanirnar um slíkt gjald kunnu førast út í lívið.
- Sum grundsjónarmið hevur Tjóðveldisflokkurin, at tilfeingið í havinum kring Føroyar er ogn Føroya fólks, staðfestir Heidi Petersen.
Tí, sigur hon, er hugsjónin um eitt tilfeingisgjald avgjørt nakað, sum flokkurin gongur inn fyri, men trupulleikin er, hvussu hetta verður sett í verk.
- Vit hava í dag eina skipan, har einki tilfeingisgjald er á vinnuni. Men har tey, sum tilfeldigvís stóðu næst, tá skipanin varð sett í verk, fingu nøkur stór virði tillutað fyri einki. Samstundis hava vit í dag partar av flotanum, sum hava keypt loyvi í dýrum dómum, og spurningurin vil tí vera, hvussu vit kunnu skapa eina yvirgongd til eina javnbjóðis skipan, har tilfeingið - ella rentan av hesum - aftur kann koma øllum landinum tilgóðar.
Og her hava hvørki Heidi Petersen ella Tjóðveldisflokkurin nakað greitt svar.
- Fyrst og fremst, so hava vit tó heitt á landsstýrismannin um at skipa soleiðis fyri, at vit fáa eitt slag av portali, har allir fiskidagar fara ígjøgnum. Hetta fyri at skapa gjøgnumskygni í vinnuni.
- Nakað heilt annað - og tað er sera álvarsligt - er, um vit ikki longu eru ov sein ávegis við hesum. Øll politiska skipanin sum hon er - eingin undantikin - hevur snøgt sagt sovið í tímanum, tí í verandi støðu er ítøkiligur vandi fyri, at alt okkara tilfeingi endar á útlendskum hondum. Framtíðin kann kanska bjóða eina støðu, har risastórar útlendskar fyritøkur sita við ræðisrættindunum til alt okkara tilfeingi. Og er tann støðan fyrst íkomin, so kann tað verða sera trupult hjá okkum at fáa hendur á hesum loyvum aftur.
- Tí skal tað eftir okkara tykki handlast alvorliga skjótt, samstundis sum eitt signal eigur at koma frá landsstýrismanninum til vinnuna. Eitt signal um, at vit kunnu ikki góðtaka hesa avhendan av virðum okkara, staðfestir Heidi Petersen.