Líkt er til, at Klaksvík fær ein seinasta møguleika at varðveita vinarbýarsamstarvið við Wick í Skotlandi, tí skotarnir tóku onga støðu til samstarvið, tá teir høvdu fund í gjárkvøldið.
Ráðslimirnir í skotska fylkinum Caithness skuldu taka støðu til ynskið hjá ráðsliminum fyri Wick, Gail Ross, um at slíta vinarbýarsamstarvið við Klaksvík.
Gail Ross kom í fjør við eini áheitan um at slíta vinarbýarsamstarvið, eftir at fleiri borgarar høvdu vent sær til hennara við einum ynski um slíta sambandið vegna grindadráp.
Eingin avgerð varð tó tikin á fundinum í gjár, og tvørturímóti talaði ráðslimurin fyri Thurso, Roger Saxon, at ætlanini um at enda vinarbýarsamstarvið og segði, at "tú setir ikki tínum egnu vinum eitt ultimatum".
Hann vísti eisini á, at enn er samstarv við Føroyar og nevndi Scrabster, har fleiri føroysk fiskifør vitja.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, fegnast um, at eingin avgerð í gjárkvøldið varð tikin um at slíta vinarbýarsamstarvið. Hann heldur, at Wick skyldar vinabýasamstarvinum at seta seg betri inn í málið, sigur hann við Rás 2.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jógvan Skorheim