Music of the Northlands

Konsert í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 21.10.02, kl 19.30

Mánakvøldið var konsert í Norðurlandahúsinum við fólkatónleikarum frá fleiri londum, ið saman mannaðu ein verkætlanarbólk ið nevnir seg ?Music of the Northlands?, og føroyski parturin er Føroya Fólkatónleikarafelag, ið hevur eitt umboð við, Angeliku Nielsen úr Vestmanna.

Talan er um eitt samstarv, har 7 tónleikarar, ein úr hvørjum landi, spæla fólkatónleik og eru hesi nú á tónleikaferð til tey lond tey umboða.

Tónleikarirnir, ið koma úr Danmark, Norra, Svøríki, Wales, Írlandi, Skotlandi og Føroyum, spældu traditionellan fólkatónleik, einamest frá teirra egnu heimlondum.

Tey, ið mannaðu bólkin hetta kvøldið vóru, - á fiól, Angelika Nielsen úr Føroyum, Henrik Jansberg úr Danmark, Sophia Eriksson (viola d´amore) úr Svøríki og Synnøve Bjørset (hardangerfiól) úr Norra.
Guitarleikarin er úr Wales og nevnist hann Dylan Fowler.
Úr Onglandi er ein ið nevnist Robert Harbron ið leikaði á guitar og, um okkara leiðir, sjáldsama ljóðføri concertino. Hetta ljóðførið er at líkna einari heilt lítlari harmoniku, men verður tó ikki borin, men hvílur á lærinum hjá leikaranum, meðan spælt verður.
Síðsti tónleikarin í hesum bólkinum er úr Írlandi og nevnist Gavin Whelan og leikar hann á ymsar floytur.

Hóast konsertin var mánakvøldið, tá Dagur og Vika og ?Robinson? eru á skránni í sjónvarpinum, var rættuliga fitt av fólki møtt upp í Klingruni.

Føroyska umboðið í ?Music of the Northlands? er, sum fyrr nevnt, unga og evnaríka vestmannagentan Angelika Nielsen, ið leikar á fiól.
Tey ið ikki vita hvør hendan Angelika Nielsen er, kann nevnast, at hon var fiól leikarin í Spælimannsbólkinum í sjónvarpsendingini, Borð um borð hjá svf sunnukvøldið.

Konserrtin var góð, - har var onki hóvasták gjørt burturúr og leikarirnir vóru ógvuliga væl fyrireikaðir, og spælt var uttan nótar.

Tónleikararnir sótu saman, líkt einum hestaskógvi, ið hóskar væl til hetta slag av tónleiki, - ein spennandi samanseting av ymsum ljóðførum.

Fyrsta lagið á konsertini var ein lívligur valsur, har øll ljóðførini vóru við, og tað sást og hoyrdist beinavegin at tónleikararnir høvdu roynt hettar áður, flott samanspæl.

Síðan komu fleiri løg, har tónleikararnir hvør í sínum lagið greiddu eitt sindur frá um upprunan ella íblásturin til ávísu løgini, ið blivu framførd av nøkrum av tónleikarunum, alt eftir hvat slag av tónleiki talan var um.