Buccaneer Archipelago liggur út fyri Kimberley-strondini í Vesturavstralia og fevnir um meira enn 800 oyggjar. Økið er kent fyri sína fløktu strandarlinju, klettaoyggjar, grunnt hav og sera sterkar sjóvarfalsstreymar.
Myndin, sum evropeiska jarðeygleiðingarskipanin Copernicus hevur valt sum dagsins mynd í dag, varð tikin av einum Sentinel-2 fylgisveini 31. mars í ár.
Á myndini sæst týðiliga, hvussu ymisk havdýpdin er kring oyggjarnar. Grunna havið er turkisblátt, meðan djúparu rennurnar millum oyggjarnar eru munandi myrkari. Samstundis síggjast klettarnir og tann óslætta strondin á oyggjunum og meginlandinum.
Sentinel-2 fylgisveinarnir verða millum annað nýttir til at eygleiða strandar- og havumhvørvið. Copernicus kann við slíkum myndum fylgja við vatngóðsku og broytingum í oyggjum, rivum og strandarøkjum.









