Mánakvøldið fóru túsundtals fólk út á gøturnar í Liverpool, tí fótbóltsfelagið Liverpool FC hevði vunnið Premier League. - Mynd: Owen Humphreys/Ritzau Scanpix

Myndarøð: 27 flutt á sjúkra­hús eftir ákoyr­ing í Liver­pool

Tvey fólk eru álvarsliga særd, eftir at ein bilur rendi inn í eina mannamúgvu. Tað verður ikki hildið at vera talan um yvirgang.

Mánakvøldið fóru túsundtals fólk út á gøturnar í Liverpool, tí fótbóltsfelagið Liverpool FC hevði vunnið Premier League. - Mynd: Owen Humphreys/Ritzau Scanpix

27 fólk eru viðgjørd á sjúkrahúsi, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í Liverpool mánadagin.

Tað upplýsti North West Ambulance Service á tíðindafundi seint mánakvøldið.

Hendingin fór fram mánakvøldið á Water Street í Liverpool.

Her fóru hundraðtúsundtals fólk út á gøturnar at hátíðarhalda, at fótbóltsfelagið Liverpool FC hevði vunnið Premier League.

Tvey fólk - teirra millum eitt barn - fingu álvarsligan skaða eftir samanstoytin. Ongar fráboðanir eru um andlát.

20 fólk vórðu eisini viðgjørd á staðnum uttan at hava tørv á sjúkrahúsviðgerð, leggur fráboðanin afturat.

Tilsamans eru fýra børn millum tey særdu.

 

##med2##

Fyrr mánadagin boðaði bretska løgreglan frá, at ein 53 ára gamal bretskur maður varð handtikin í sambandi við hendingina.

Hildið verður, at hann hevur koyrt bilin, upplýsti løgreglan á tíðindafundinum.


##med3##

 

Sambært løgregluni er talan um eina "einsamalla hending", sum ikki verður mett at vera tengd at yvirgangi.

- Tað, sum eg kann siga tykkum, er, at vit halda, at hetta er ein einstøk hending og vit leita ikki í løtuni eftir nøkrum øðrum (einstaklingum, red.) í mun til hana, sigur Jennifer Sims, varaleiðari hjá løgregluni í Merseyside.

Tá bilurin steðgaði eftir samanstoytin, savnaðust vreiðir fótbóltsfjepparar rundan um hann og royndu at sláa bilrútini niður, skrivar Reuters.

Løgreglumenn løgdu tí uppí fyri at forða teimum í at fáa atgongd til føraran av bilinum.

##med4##

Enn er ikki greitt, um talan var um ein tilætlaðan samanstoyt, og ongar upplýsingar eru komnar um eitt møguligt motiv fyri samanstoytinum.

Tá neyðhjálpin kom á staðið, funnu tey fýra fólk fangað undir bilinum.

##med5##

Tað sigur Nick Searle, sum er sløkkiliðsleiðari hjá sløkkiliðs- og bjargingartænastuni í Merseyside.

Trý vaksin og eitt barn vórðu bjargað og latin sjúkrabilstænastuni, stendur í fráboðanini.

Seinast Liverpool FC lyfti steypið var undir koronafarsóttini, tá avmarkingar forbjóðaðu stórum hátíðarhaldum av sigrinum.

 

/Ritzau/

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

 

 

 

 

Mánakvøldið fóru túsundtals fólk út á gøturnar í Liverpool, tí fótbóltsfelagið Liverpool FC hevði vunnið Premier League. - Mynd: Owen Humphreys/Ritzau Scanpix