Klædnadeildin á Glasi bjóðar nú næmingum at søkja um upptøku á útbúgvingini, sum eitur klædnaástøðingur.
Útbúgvingin er ein tvey ára grund útbúgving, har ein fær høvi at royna síni skapandi evni innan mótaverðina.
- Útbúgvingin er spennandi og kreativ, og tú fært hollan kunnleika innan klædnaframleiðslu, sigur Laila av Reyni, sum er ein av lærarunum til hesa útbúgvingina.
Útbúgvingin bjóðar sniðgeving, seyming, konstruktión og mótasøgu, og hon verður boðin út á Glasi í Havn.
- Sum útbúgvin klædnaástøðingur hevur tú møguleika at lesa víðari til sniðgeva, klædnahandverkara ella tú kanst velja at arbeiða á seymistovu ella sum sjálvstøðug vinnurekandi, greiðir Laila av Reyni frá, nú freistin at søkja er í kvøld á midnátt.
Laila hevur sjálv góðar og nógvar royndir við sínari seyming, millum annað hevur hon gjørt kjólar til fleiri altjóða vakurleikakappingar.
Sí vøkru myndirnar av kjólunum, sum næmingar á útbúgvingini og Laila av Reyni hava gjørt. Teir kjólarnir, sum eru úr alternativum materiali eru gjørdir sum liður skeiðinum "endurskapa".
- Eg geri alt eg eri ment at læra næmingunum alt tað, sum eg dugi, so at tær kunnu koma víðari enn eg eri komin, sigur Laila av Reyni um útbúgvingina.