Í gját hátíðarhelt Suðuroyar Sparikassi sín 80 ára stovningardag.
Hetta hendi við stórfingnum tiltaki í høvuðsdeildini í Vági.
Sera nógv fólk legði leiðina framvið, og longu tá tiltakið byrjaði kl 11.00, streymaðu fólk innar.
Borðreitt var við góðum mati ,frukt og søtmeti, og møguleiki var eisini at hyggja seg um í høvuðdeildini hjá Suðuroyar Sparikassa. Á parkeringsplássinum omanfyri var tjald sett upp, har hoppiborgir vóru til børnini.
Søren L. Bruun, stjóri, helt røðu og greiddi m.a. frá søguni hjá Suðuroyar Sparikassa. Hjalmar Magnussen og Dagfinn Olsen spældu livandi tónleik, og FM1 sendi live úr Suðuroyar Sparikassa.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##