Við í koyringini vóru nógvir vælpyntaðir bilar - við alskyns ljósum og litum - og her vóru eisini pyntaðar motorsúklur, har førararnir vóru ílatnir sum jólamenn

Myndir: Rekkjukoyring í Sandoynni

Ein rúgva av bilum tóku lut í rekkjukoyringini í Sandoynni í gjárkvøldið

Við í koyringini vóru nógvir vælpyntaðir bilar - við alskyns ljósum og litum - og her vóru eisini pyntaðar motorsúklur, har førararnir vóru ílatnir sum jólamenn

Í gjárkvøldið var skipað fyri rekkjukoyring í Sandoynni, har koyrt varð úr Skopun til Sands og síðan til eysturbygdirnar, Húsavík og Skálavík. 

 

Tiltakið byrjaði við smyrjibreyði á Skopunarkai klokkan 21, har høvi var hjá teimum, sum vóru við í koyringini,  at fáa ein góðan bita.

 

Eftir at hava koyrt gjøgnum bygdina í Skopun, varð farið til Sands, har eisini varð koyrt gjøgnum bygdina og síðan út á havnarlagið, har steðgað varð eina løtu.

 

Av Sandi varð farið til eysturbygdirnar, Húsavík og Skálavík.

 

Klokkan var gott og væl farin um midnáttarleitið, áðrenn bilarnir vóru aftur á Sandi og hildu leiðina fram til Skopunar, har rekkjukoyringin endaði.

 

Við í koyringini vóru nógvir vælpyntaðir bilar - við alskyns ljósum og litum - og her vóru eisini pyntaðar motorsúklur, har førararnir vóru ílatnir sum jólamenn.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

 

 

 

 

 

 

Við í koyringini vóru nógvir vælpyntaðir bilar - við alskyns ljósum og litum - og her vóru eisini pyntaðar motorsúklur, har førararnir vóru ílatnir sum jólamenn

Øll, sum luttóku og høvdu hug, fingu gott smyrjibreyð í Skopun, áðrenn farið varð at koyra