Nú er ein stórur og nakrir smáir flokkar

KANNING Meðan vit í mannaminni hava havt fýra javnt stórar flokkar, so er hendan myndin við at kámast

Tað sum hevur eyðkent føroyskan politikk líka síðani 1954 er, at vit hava havt fýra javnt stórar flokkar. Teir hava upp á skift verið størstir, sum oftast Javnaðarflokkurin ella Sambandsflokkurin, onkuntíð Fólkaflokkurin, men ongantíð Tjóðveldisflokkurin fyrr enn á valinum í 1998.

Men nú er hendan myndin við at kámast. Nú hava vit ein sera stóran flokk - Sambandsflokkin, ein traditionelt stóran flokk, Tjóðveldisflokkin, og tveir millumstórar - ella kanska millum lítlar flokkar, Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.
Teir smáu flokkarnir, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, halda sína støðu sum smáir marginalflokkar.

Polarisering hevur fyrr eyðkent valstríð, har Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin stríddust í sjeytiárunum, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin í áttatiárunum, og Sambandsflokkurin og Tjóðveldi í nítiárunum, tá stríð tók seg upp millum Føroyar og Danmark.

Men vit skulu heilt aftur til kríggið fyri at finna ein flokk, sum er so dominerandi, sum Sambandsflokkurin nú er sambært kanningini. Í 1945, tá Fólkaflokkurin toppaði, hevði hann 43,4 prosent av atkvøðunum.

Hetta kann vera tekin um broytingar í føroyskum politikki.
eirikur@sosialurin.fo