Nú eru bara trý smittað í Føroyum

Heldur ikki í gjár var nakar nýggjur tilburður av korona í Føroyum

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Í gjár vórðu 568 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 222.491 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 650 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru trý persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.