Á síðsta býráðsfundi samtykti meirilutin fíggjarætlanina fyri Tórshavnar kommunu fyri 2008. Hetta er nógv stórsta fíggjarætlan, ið nakratíð er gjørt fyri kommununa. Inntøkurnar eru mettar til 590 mió.kr. ímeðan útreiðslurnar skulu verða 742,5 mió.kr., ella 152,5 mió.kr. hægri. Írestandi peningurin skal fáast við at lána gott 100 mió.kr. og við at minka um innistandandi við 50 mió. kr.
Minnilutin, tað er Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, vísti á, at rakstrarútreiðslurnar hækka alt ov nógv og metti, at rætt er at tálma hendan vøkstur nakað. Eisini helt minnilutin, at tað er óforsvarligt og órealistiskt at seta so nógv av til íløgur, serliga tá ætlanin er at gera hesar við at lána 100 mió.kr. Minnilutin helt, at tað er skeivt, at býráðið, ið góðum tíðum, aftur vil skuldarbinda kommununa.
Vit í minnilutanum mælti frá, at kommunan aftur bleiv skuldarbundin, og høvdu eitt broytingaruppskot, ið mælti til, at inntøkurnar, saman við tøkum peningi, skuldi samsvara við útreislurnar, so at fíggjarætlanin kundi javnviga við 642 mió.kr. Eisini mælti vit til at hækka barnafrádráttin við 500 kr. til 6.000 kr. pr. barn.
Okkara uppskot bleiv tíverri felt.
100 mió. í lán
Tað er harmuligt at síggja, hvussu lætt verður farið um skattaborgaran pening. Rakstrarútreiðslurnar økjast við fullari ferð, og í reinari desperatión skal kommunan aftur út at lána pening, nú inntøkan er hægri enn nakratíð.
Í niðanfyri standandi yvirliti sæst, hvussu skjótt og hvussu nógv meirilutin hevur økt rakstrarútreiðslurnar. Serliga er vert at leggja merki til lønarvøkstin til fyrisitingina, ið er vaksin við heili 22 mió. kr. ella 60% síðani 2004.
Býtið av útreiðslunum
2004-2008. í tkr.
Broyting
2004
2005
2006
2007
2008
2004-08
Fyrisiting
36.293
41.662
45.520
48.300
58.000
60%
Tekniskar veitingar
72.237
80.697
90.130
96.899
108.000
50%
Skúlamál
36.458
38.484
37.352
39.087
45.000
23%
Mentan og frítíð
18.073
23.845
25.311
27.330
29.000
60%
Barnaansing
93.564
103.894
119.247
122.253
135.000
44%
Almanna- og heilsumál
16.343
16.766
32.697
33.000
35.000
114%
Umsiting av bygningum
16.676
25.403
37.700
39.000
46.000
176%
Nýútvegan av amboðum
0
0
0
0
3.500
Útskifting av amboðum
6.000
6.000
6.500
6.500
6.500
8%
Útveganir
3.000
3.500
3.500
5.500
4.000
33%
Summararb. skúlaungd.
0
0
2.000
2.000
2.000
Aðrar útreiðslur
7.650
7.661
8.030
8.565
10.000
31%
Reguleringskonto
6.000
5.000
3.000
3.000
3.000
-50%
Rakstur íalt
312.294
352.912
410.987
431.434
485.000
55%
Íløgur
88.968
92.000
98.000
155.000
256.000
188%
Lánsgjøld
13.574
3.698
3.690
3.700
1.000
-93%
Tórshavnar Havn
10.400
10.100
4.900
0
0
-100%
Útreiðslur íalt
425.236
458.710
517.577
590.134
742.000
74%
Eisini er áhugavert og ræðandi at síggja, at íløgurnar komandi ár skulu økjast við 100 mió.kr, sum kommunan ikki eigur, men má út at lána. Slíkt er syrgiligt at sígga, tí meðan undanfarnu býráð, royndu at gjalda skuld niður, vil verandi meiriluti, at lánistovnarnir aftur skulu fáa stóran part at skattinum, gjøgnum bundin lánsgjøld.
Omanfyristandandi talva vísir, at býráðsmeirilutin - sjey almentlønt fólk, ið øll eru á vinstravonginum – ikki dugir at umsita skattaborgarans pening. Eisini prógva tey, at skjótt og lætt er at fara um annan mans pening.