Nýggi bussterminalurin latin upp

Stór mannamúgva var samankomin, tá bussterminalurin í Niels Finsensgøtu 17 og fyrsta byggistig av Steinatúni varð tikið í brúk í morgun.

 

Atkomuhæddin í bankabygninginum er nú liðug. Visit Tórshavn flytir inn og nú um ólavsøkuna verður framsýningin “Kongaligar vitjanir í Havn frá 1844 til 2016” at síggja. Seinni í ár flyta Gómagott og Tjaldurs Apotek inn eisini.

 

Í hesum sambandi var lítil hátíðarløta hildin í morgun, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Tróndur Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, buðu vælkomin, og GHM setti futt í í Steinatúni.

 

Myndirnar hevur Tórshavnar kommuna tikið.