Nýggj bók um Heðin Brú

„Loystur úr fjøtrum - um skaldskapin hjá Heðini Brú“ er heitið á nýggjari bók eftir Jógvan Isaksen

Loystur úr fjøtrum. Um skaldskapin hjá Heðini Brú.
Jógvan Isaksen
Permuklipp: Rasmus Rasmussen.
Mentunargrunnur Studentafelagsins
250 blaðsíður
290 krónur
 
Heðin Brú man enn sum áður vera Føroya mest lisna og umhildna skald. Tað finst valla mansbarn, sum ikki hevur lisið fleiri av hansara skaldsøgum og stuttsøgum. Og tey, sum hvørki hava lisið hann av egnum huga, ella tí lærarin hevur álagt teimum tað, eru kortini ikki sloppin undan at kunnast við stóran part av ritverkinum hjá honum, tí hann hevur verið so nógv lisin í útvarpinum. Hartil er ”Feðgar á ferð” kosin at vera aldarinnar skaldsøga í føroyskum bókmentum.
          Permumyndina hevur Rasmus Rasmussen klipt, og í fyrstani var ætlanin at fáa eitt klipp úr Skálavík, men so samdust vit um, at Heðin Brú hóast alt hevði búð í Havnini meginpartin av lívinum, og at tað var her, at tær flestu av bókunum vórðu skrivaðar. Tí er tað motiv úr gomlu Havnini, sum er á permuni. Íblásturin til meginpartin av skaldskap­inum fekk høvundurin úr Skálavík, men sum hann sigur frá í ”Endurminningum”, tá ið bygdarmenn spyrja hann, hvussu leingi hann skal búgva í Havn: ”Til eg doyggi, haldi eg.” Tað var nevniliga her, at hann av álvara varð loystur úr fjøtrum.
     ”Loystur úr fjøtrum” er roynd at fara ígjøgnum skaldskapin hjá Heðini Brú við so einføldum amboðum, sum til ber.