Nýggj Gallup-kanning: Seks býráðslimir til Javnaðarflokkin

Sambært kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Norðlýsið, fær Javnaðarflokkurin enn størri undirtøku í Tórshavnar býráð, enn hann fekk í kanningini hjá Sosialinum mánadagin.

Kanningin gevur Fólkaflokkinum 17,1% og tveir býráðslimir. Hetta er ein afturgongd í mun til valið upp á 5% og ein býráðslim.

Sambandsflokkurin fær 9,8%. Hann missir 1,5% í mun til valið seinast, men varðveitir sín býráðslim.

Javnaðarflokkurin fær 38,6% og fær seks býráðslimir. Hetta er ein framgongd upp á 6,6% og ein býráðslim.

Sjálvstýrisflokkurin fær 2% og ongan býráðslim

Tjóðveldisflokkurin fær sambært kannignini hjá Norðlýsinum 25,3% og fýra býráðslimir.

Miðflokkurin fær 1,9% og ongan býráðslim.

Framsókn fær 5,2% og ongan býráðslim.