Nýggjárskonsert til sølu

Ert tú til reiðar at gjalda kostnaðin, so ber longu nú til at bíleggja eina privata nýggjárskonsert við Føroya Symfoniorkestri komandi ár. Eimskip keypti eina framførslu av nýggjárskonsertini herfyri, og tað hevur vakt áhugan hjá fleiri øðrum fyritøkum at ogna sær eitt eintak av næstu nýggjárskonsert.

 

Eftir at Eimskip keypti eina framførslu av nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri fyrr í hesum mánaðinum, hevur orkestrið fingið fleiri fyrispurningar frá fyritøkum, ið kundu hugsað sær at hoyrt symfoniskar nýggjárstónar komandi ár.

Eftirspurningurin eftir konsertini komandi ár vísir seg nevniliga at vera stórur, og tað frøir formannin í Føroya Symfoniorkestri, Pól Jákup Thomsen.

? Hetta er ein góður máti at fáa eitt meira aktivt samstarv í lag millum vinnulívið og mentanina í Føroyum. Aðrastaðni er vanligt at vinnulívið tekur umboð fyri mentanina við á ferðum uttanlands og annars brúkar mentanina at føra seg fram við. Tað vísir seg at vera eitt gevandi samstarv fyri bæði vinnuna og mentanina, og tað haldi eg at vit eiga at arbeiða fram ímóti, sigur Pól Jákup Thomsen.


Fortreyt fyri menning

Og alt bendir á at vinnulívið og Symfoniorkestrið hava funnið ein tóna saman við árligu nýggjárskonsertini.

Tá Eimskip keypti eina framførslu í ár var hetta fyrsta ferðin, at orkestrið spældi eina keypta konsert. Men tað var ikki seinasta ferð, lovar formaðurin í Føroya Symfoniorkestri.

? Eg dugi als ikki at síggja nakran vansa í at selja eina framførslu til eina fyritøku. Tvørturímóti síggi eg tað sum eina neyðuga fortreyt fyri framhaldandi menningini av Symfoniorkestrinum. Fortreytin fyri at mennast, er at vit spæla konsertir, men við avmarkaðu fíggjarligu orkuni hjá orkestrinum, hava vit ikki táð til meira enn einar tvær ella tríggjar konsertir um árið. Við at lata fyritøkur keypa konsertir, fáa vit møguleika at spæla meir enn vit higartil hava kunnað.


Prísurin hækkar

Men Føroya Symfoniorkestur hevur tó ikki nakrar ætlanir um at spinna gull burturúr nýggja leiklutinum sum keypsvøra. Og hóast fleiri fyritøkur longu hava víst áhuga fyri at keypa eina nýggjárskonsert, so verður í mesta lagi ein framførsla seld.

? Tað vísti seg í ár at tríggjar framførslur kanska vóru í meira lagi fyi tónleikararnar, og tí verða tað í øllum førum ikki fleiri framførslur komandi ár, sigur Pól Jákup Thomsen.

Men Symfoniorkestrið er komið inn í handilsheimin, og har eru tað útboð og eftirspurningur, ið stýra prísinum. Og tá útboðið er lítið, fæst meira burturúr.

? Eg vænti at tann fyritøkan, sum ætlar at keypa eina framførslu av komandi nýggjárskonsert, skal rokna við at noyðast at gjalda upp ímóti hálvthundrað túsund krónur.

Sum skilst er hetta ein nakað hægri upphædd, enn Eimskip fekk sína nýggjárskonsert fyri í ár.

Årligi stuðulin frá landinum til Føroya Symfoniorkestur er 180.000 krónur, so tað er eyðsæð, at hálvtundrað túsund krónur gera mun í fíggjarætlanini hjá orkestrinum.

Í Føroya Symfoniorkestri spæla tey sær í løtuni við tankanum um, hvørjar møguleikar fyritøkur í framtíðini skulu hava at bíleggja orkestrið at spæla til privat tiltøk.

? Tað kann hugsast at vit eisini fara at gera onkra minni samanseting burturúr tónleikarum úr orkestrinum og so selja konsertir við einari avmarkaðari útgávu av orkestrinum, sigur Pól Jákup Thomsen, formaður í Føroya Symfoniorkestri.