Tann 1. oktober í ár kemur nýggja ferðslulógin, sum Løgtingið hevur arbeitt við, broytt og samtykt, í gildi. Ein av broytingunum er markið á promilluni, ið er sett niður á 0,2 Nýggja og herda ferðslulógin var fyri tveimum vikum síðani fyri í Løgtinginum og samtykt, og broytingarnar koma í gildi frá 1. oktober í ár. Men hvørjar eru nú tær nýggju broytingarnar, og hvat merkja tær fyri Palleba og Marsannu, ið dagliga ferðast í ferðsluni.
Promillumarkið niðursett tvær ferðir
Ein nógv umrødd broyting í ferðslulógini er promillumarkið fyri alkohol í blóðinum, tá ferðast verður í ferðsluni. Upprunaliga uppskotið frá landsstýrinum var, at markið millum 0,5 og 0,8 promillu, ið vanliga gav treytaða frádøming, skuldi strikast, og at var tú tikin við eini promillu omanfyri 0,5, var tað at meta sum rúsdrekkakoyring, og frádømingin var treytaleys.
Við 2. viðgerð í løgtinginum hevði Rættarnevndin hjá Løgtinginum tó skotið upp, at seta inn aftur hugtakið promillukoyring, tó hesaferð frá 0,2 til 0,5 promillu, sum so gevur treytaða frádøming. Løgtingið samtykti hesa broyting, og merkir tað tí nú, at verður tú tikin við eini alkoholpromillu á omanfyri 0,2 promillu, fær tú treytaða frádøming av koyrikortinum, um tað er fyrstu ferð, og er hon omanfyri 0,5 promillum, er revsingin tretaleys frádøming av førararættinum.
Umframt hesar revsingar koma sjálvandi eisini bøtur. Eisini á hesum økinum er lógin herd, og sektirnar eru hækkaðar og gjørdar einfaldari, soleiðis at tær skulu kunna býtast við 500 krónur.
Umframt hetta er null-mark sett fyri rúsevnum og løgreglan kann nú taka koyrikortið á staðnum, uttan at neyðugt er við blóðroynd.