Nýggjur maður er í HB álopinum

Fuglfirðingar eru sera spentir, nú toppliðið verður gestur á varmakeldu

Hetta vikuskiftið er tað varmakelda í Fuglafirði. Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Fløtugerði, har HB verður gestur hjá ÍF.

Fótbóltsfepur er av álvara kyknaður í Fuglafirði, og nú er dreymurin, at tað skal eydnast at vinna stig frá toppliðnum. Leikliga hevur ÍF verið væl við á heimavølli ímóti HB, B36 og KÍ, sum tó øll eru farin til hús við trivaligum sigrum. ÍF er á fimta plássi. Tað eru seks stig fram til B36 og tvey stig aftur til Víking.

Hjá ÍF eru málverjin Milos Budakovic og Bogi Løkin skaddir.

HB skaðalistin er ógvuliga langur. Millum teir á skaðalistanum eru fimm framrættaðir spælarar, sum vóru ætlaðir at manna fremstu álopsplássini. Umframt Teit Jacobsen og Jákup L. Thomsen, sum eru langtíðarskaddir, er talan um Adrian Justinussen, Pætur Petersen og Øssur M. Dalbúð.

At støðan er, sum hon er, er orsøk til, at hjálparvenjarin Kevin Schindler var í álopinum í 3-1 sigrinum á Skála. Tá var HB illa spert, inntil tað eitt stórt korter undan leikloki eydnaðist at javna, og so gekk tað skjótt.

Landsliðsspælarin í hondbólti Hilmar Leon Jakobsen hevur seinastu vikurnar tríggjr ferðir verið á næstbesta HB liðnum. Hann hevur skorað fýra mál, og eingin ivast í hansara dygdum, tí hann varð roknaður at vera framtíðar álopsspælari í HB, áðrenn hann raðfesti hondbóltin í H71 og á landsliðnum so høgt, at hann gavst at spæla fótbólt. Í dag er hann í HB hópinum. Tvær ferðir áður hevur hann smakkað at vera á besta HB liðnum. Sambært faroesoccer.com var tað á mikkjalsmessu í 2013, tá ið HB á heimavølli vann 6-0 ímóti 07 Vestur, og 16 ára gamli Hilmar Leon skoraði eitt mál, og 19. oktober 2014, tá ið HB á heimavølli í næstsíðsta umfari vann 3-0 ímóti NSÍ.

17. mai fór HB úr Fuglafirði við 3-1 sigri.