Renning
Leygardagin 14. september varð skipað fyri rennikapping í Klaksvík. Kappingin var annað umfar av Daewoo Marathon Cup 2002, sum sersambandið fyri frælsan ítrótt, FÍF, í samstarvi við P/F Esmar Simonsen skipar fyri.
Tilsaman luttóku 66 vaksin og børn úr øllum Føroyum. Líkindini at renna leygardagin vóru av teimum allarbestu, tí tað var eitt lítið lot og passaliga lýtt. Tey vaksnu runnu 5 km, meðan børn -7 og -10 runnu 700m og børn -13 og -17 runnu 870m.
Símun Joensen vann
Hjá teimum 16 monnunum gjørdist Símun Joensen úr Klaksvík vinnari við tíðini 17,10 min. Hetta er ein góð tíð hjá Símuni, tí rutan er hørð við tað, at rennast skal fýra ferð frá Stoksoyravegi og niðan á Bumshamarveg. Símun, sum gjørdist nummar tvey í Ólavsøkurenningini hevur víst, at hann umframt góð fótbóltsevnir, eisini hevur góð rennievnir. Tað hevði verið spennandi at sæð, hvussu langt hann kundi nátt, um hann veruliga satsaði uppá renning. Nummar tvey gjørdist Snorri Patursson úr Havn við tíðini 17,56 min., meðan vinnarin av fyrsta umfari í Havn, Jonhard Larsen úr Treystinum gjørdist nummar trý, við tíðini 18,06 min. Hetta er eisini gott av Jonhardi, sum í løtuni er í tungari marathon-venjing, tí hann skal nevniliga luttaka í Berlin Marathon seinast í mánaðinum. Í samlaðu kappingini liggur Jonhard á odda. Hann er góðar 2 minuttir frammanfyri Sigurð Justinussen úr Bragdinum og Snorra Patursson úr Havn.
Hjá kvinnunum gjørdist, sum ikki einaferð, Rigmor N. Arge úr Bragdinum tryggur vinnari við tíðini 19,44 min. Nummar tvey gjørdist Ingrid Patursson úr Havn, meðan Brindis Weihe úr Bragdinum gjørdist nummar trý. Nummar fýra gjørdist Annika Sivertsen úr Klaksvík. Í samlaðu kappingini liggur Rigmor trygt á odda.
Hjá veteranum, sum eru føddir í 1956 ella fyrr, gjørdist Óli Olsen úr Bragdinum vinnari við tíðini 20,10 min. Beint í hølinum á Óla kom Steintór Hjaltalin úr Bragdinum við tíðini 20,12 min. Nummar trý gjørdist hesaferð Robert Vilhelmsen úr Bragdinum. Í samlaðu kappingini liggur Óli á odda við 45 sek. frammanfyri Steintór.
Børn -7
Av teimum seks gentunum gjørdist Lydia U. Marsten tryggur vinnari, frammanfyri Marionnu G. Eystberg og Gunn Joensen. Tær eru allar úr Klaksvík. Í samlaðu kappingini er tað bert Ingibjørg Petersen úr Havn, sum hevur møguleika at gjøgnumføra øll fýra umførini.
Hjá teimum níggju dreingjunum gjørdist John Viljam Johannesen úr Treystinum enn einaferð vinnari. Nummar tvey gjørdist Regin Joensen úr Havn, meðan Páll R. Weihe úr Bragdinum gjørdist nummar trý. Í samlaðu kappingini liggur John Viljam á odda við 23 sek. frammanfyri Regin og 39 sek. frammanfyri Páll.
Børn -10
Her vóru tað 11 gentur í kappaðust, og gjørdist Bjørg Seloy úr Havn vinnari frammanfyri Vilbjørg Johannesen og Louisu Østerø báðar úr Treystinum. Í samlaðu kappingini er Bjørg eisini á odda við 21 sek., meðan Vilbjørg á øðrum plássi bert er 2 sek. frammanfyri Louisu.
Av teimum sjey dreingjunum gjørdist Ari Johannesen av Argjum vinnari frammanfyri Sigmund Olsen úr Hvannasundi og Rúna Seloy úr Havn. Í samlaðu kappingini er Ari 23 sek. frammanfyri Sigmund, og eru bert teir báðir eftir í kappingini.
Børn -13
Álvur F. Christiansen úr Treystinum gjørdist vinnari av teimum fimm dreingjunum, frammanfyri Rógva S. Holm og Bárður Johannesen báðir av Argjum. Í samlaðu kappingini liggur Bárður á odda við 1 sek. frammanfyri Rógva, sum aftur er 17 sek. frammanfyri Jan Elmar Sørensen úr Treystinum.
Hjá teimum fýra gentunum var tað enn einaferð Christa R. Weihe úr Bragdinum, sum vann. Hesaferð var tað frammanfyri Anju Johannesen av Argjum og Eyð Joensen úr Havn. Nummar fýra gjørdist Borghild Reyðberg úr Klaksvík. Í samlaðu kappingini er tað bert Christa, sum hevur møguleika at vinna samlað.
Børn -17
Í hesum bólkinum eru tað tíverri bert dreingir, sum hava luttikið í tveimum teimum fyrstu umførunum. Av teimum trimum dreingjunum gjørdist Jóan Karl Joensen úr Kollafirði vinnari frammanfyri Martin Róa Vilhelmsen úr Bragdinum og Christian Olsen úr Klaksvík. Í samlaðu kappingini liggur Jóan Karl á odda frammanfyri Martin Róa.
Triðja umfar av Daewoo Marathon Cup verður á Toftum um tríggjar vikur, tvs. leygardagin 12. oktober. Tá renna tey vaksnu Runt Agnið, sum er ein teinur uppá 10,5 km. Tey yngru børnini renna 600m meðan tey eldru børnini renna 1,6 km.