Landsroyndirnar eru aftur avlýstar, og orsøkin er enn einaferð, at KT skipanirnar hava svikið.
Próvstovan sendi í morgun skriv út til miðlarnar um orsøkina til hendingina. Har varð skrivað, at tey á Próvstovuni tíverri mugu staðfesta, at landsroyndin í dag ikki gekk eftir ætlan. Forritið, ið skipanin byggir á, megnaði ikki í uppsetingini at svara fyrispurningum frá teimum uml. 700 næmingunum nóg skjótt.
Tí fingu flestu skúlarnir trupulleikar at avgreiða royndina. Royndin í morgun bleiv tískil avlýst.
- Hóast tillagingar í tøkni og útgerð mugu vit staðfesta, at forritið ikki megnar at avgreiða royndina hjá øllum næmingunum nóg væl, og tí verða landsroyndirnar 2017 avlýstar á hesum sinni, sigur Próvstovan.
Nú hevur landsstýriskvinnan sagt, at landsroyndirnar eru avlýstar í ár og nú skal skipanin endurskoðast. Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, tekur undir við at endurskoða landsroyndina.
- Eg havi næstan ikki orð fyri hesum longur. At royndir skulu verða talgildar er einki ivamál longur, men so eigur tað at verða gjørligt at tryggja tær. Næmingarnir verða stressaðir av hesum og fáa eina keðiliga mynd av royndum. Hetta eigur ikki at henda og skal ikki endurtaka seg aftur. Tað er nógv fyri, at mann freistast at fara aftur til pappír og blýant, sigur Herálvur Jacobsen.