Nógv kæra sína neyð

FACERAPE Facerape er ein heilt stórur trupulleiki og tað eru rættiliga nógv, sum venda sær til Dátueftirlitið at kæra sína neyð

- Tað er ótrúligt, men eg havi varhugan av, at tey ungu taka tað yvirhøvur ikki í álvara.
- Og tað gera foreldrini kanska heldur ikki.
Vit hava eina mammu í telefonini, sum ógvuliga fegin vil varpa ljós á eitt fyribrigdi, sum hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á teirri eksploderandi nýtsluni av Facebook í Føroyum, eins og í øllum heinum annars.
Og tað er eitt fyribrigdi, sum alt ov nógv kennast við.
Tað, sum hendan mamman hugsar um, er, tá ið óviðkomandi fara inn á facebook vangamyndina hjá øðrum og skriva okkurt upp á nakkan á teimum, sum síðani fer út um allar geilar á netinum.
Hetta fyribrigdi er so vanligt, at tað hevur eitt heiti.
Ikki eitt føroyskt heiti, men eitt enskt heiti.
Og heitið er Facerape.
Hetta er eitt fyribrigdi, sum øll kenna til og sum heilt nógv hava upplivað á egnum kroppi.
Í Føroyum er hetta lítið kannað, men aðrastaðni vísa kanningar, at annarhvør Facebookari hevur verið facerapaður, sigur Dátueftirlitið.

Ongin álvari
At facerape er so vanligt, kemur í grundini ikki so óvart á hesa mammuna, vit hava í telefonini.
- Tað vísir seg sum um at tey ungu als ikki taka hetta í álvara. Men tað vísir seg eisini sum um at nógv foreldur heldur ikki síggja álvaran í hesum.
- Men tað áttu tey at gjørt, tí hetta er alt annað enn skemt, staðfestir hon.
Hon sigur, at tað, sum verður lagt á Facebook, verður goymt í allar ævir.
Facebook hevur tilskilað sær treytaleysan rætt at goyma alt, sum verður lagt á síðuna, bæði tekst, myndir og filmsupptøkur.
Tí er altíð vandi fyri, at upplýsingar, sum eru lagdir á Facebook, koma fram aftur í ljósið í heilt øðrum sambandi.
- Í veruliga lívinum hevði ongin góðtikið at givið so nógv rættindi og so nógvar upplýsingar frá sær, sum tey glaðbeint geva Facebook, tá ið tey stovna sær eina vangamynd, ella skriva á síðuna.
- Vit eiga eisini at minnast til, at ein stórur partur av teimum upplýsingum, vit leggja á Facebokk í teksti ella myndum, eru øgiliga persónligir upplýsingar.

Foreldrini
Hendan sama mamman heldur, at tað fyrst og fremst eru foreldrini, sum eiga at átaka sær ta ábyrgd at læra børnini góðan sið á internetinum.
Men hon heldur eisini, at skúlin kundi gjørt meiri við tað, hóast hon eisini ásannar, at tað er mark fyri, hvat kann stúvast inn í skúlan.
Men tað eru eisini nakrir skúlar, ið taka hendan trupulleikan í álvara og royna at læra næmingar vísa góðan sið á internetinum.
- Tað einasta, vit kunnu gera, er at uppala børnini til at vísa góðan internetsið og tað eiga vit at gera.
- Men tað kann vera nokk so tórført, tá ið heldur ikki foreldrini í nógvum førum heldur ikki skilja álvaran í hesum, kanska tí tey hoyra til tað ættarliðið, har tey ikki eru so von við internetið.

Nógvar kærur
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri í Dátueftirlitinum, staðfestir at tey fáa nógvar áheitanir frá fólki, sum kærir sína neyð, tí tey hava verið fyri Facerape.
Hon sigur, at rættiliga nógv Facereyp kann tykjast at vera meinaleyst skemt, har ongin ivi er um, at talan er um Facerape.
- Men tað eru eisini nógv dømi um, at farið verður rættiliga langt út um mark og tá er tað altso ikki stuttligt meir.
Tað er eisini so ymiskt, hvat fólk halda vera stuttligt. Og tað er heldur ikki vist, at tað, sum er stuttligt í dag, eisini er líka stuttligt um nøkur ár.

Ólógligt
Tað kemur eisini fyri, at fólk, sum hava gjørt seg sekan í Facerape, enntá hava broytt loyniorðið, so at tann, ið eigur vangamyndina, ikki so frægt, sum sleppur inn á sína egnu vangamynd at bøta um skaðan.
- Facerape eigur undir ongum umstøðum at verða góðtikið, tí tað svarar til at skriva eitt bræv til onkran í navninum á einum øðrum.
Ingunn Eiriksdóttir staðfestir eisini, at Facerape er beinleiðis ólógligt, tí tað er brot á persónsupplýsingarlógina.
Men hinvegin hevur hetta lítlar og ongar avleiðingar við sær, leggur hon afturat.

Útspilling
Ein annar stórur trupulleiki við Facebook, er, at tað verður misbrúkt til at skriva niðrandi um onkran annan, ella til beinleiðis ærumeiðing og útstpilling
Stjórin í Dátueftirlitinum sigur, at tað eru teirra royndir, at tað eru ikki børn og ung, sum gera seg sekan í brotum av hesum slagum.
- Tað eru mest tey vaksnu, sum brúka Facebook til at niðurgera onkran annan og til at ærumeiða ella spilla onkran annan út.
Tað gera tey við at skriva niðursetandi um onkran ella beinleiðis til onkran.
- Men hetta er eitt serstakliga tórført øki, sum skal vigast og viðgerast neyvt, tí her tekur spurningurin um talufrælsi seg eisini upp.
- Vit hava talufrælsi, men tað er undir ábyrgd og vit hava reglar í revsilógini um ærumeiðing og úspilling.

Lyfta í felag
Ingunn Eiriksdóttir heldur, at hóast skúlarnir gera nakað burtur úr at venja børnini við góðan internetsið, átti meiri at verðið gjørt.
- Hetta hevur Dátueftirlitið gjørt vart við áður, tí ein kanning, vit hava gjørt, vísir, at fjórði hvør føroyskur skúlanæmingur hevur vent sær til læraran, tí tey hava følt seg illa viðfarnan á Facebook og aðrastaðni á internetinum.
Happing á Internetinum er avgjørt ikki bara í frítíðini, tí næmingar hava bæði teldur og fartelefonir við í skúla, eisini telefonir við myndatóli.
- Hetta er ein uppgáva, sum bæði myndugleikar, skúlar og foreldur eiga at lyfta í felag, heldur Ingunn Eiriksdóttir.
Hon leggur afturat, at tað kemur ofta fyri, at skúlar ringja og vilja hava Dátueftirlitið at koma á skúlarnar at greiða frá fyri næmingunum.

Vit kunnu hjálpa
Tey, sum koma í neyð av facerape eru altíð vælkomin at ringja til Dátueftirlitið at biðja um hjálp
Tað eru tað eisini nógv, sum gera og Ingunn Eiriksdóttir, sigur, at í nógvum førum kunnu tey hjálpa teimum at loysa trupulleikan, tey eru komin í.
- Á Dátueftirlitinum hava vit nakrar leinkjur, har vit fáa samband við Facebook, so at tey tey, sum er fyri facerape, fáa hjálp skjótari enn annars. Hetta er eisini galdandi í teimum førum, har tann, ið ger seg inn á onnur á Facebook, broyta loyniorðið, so at tann, sum eigur vangamyndina, ikki sleppur inn sjálvur.
Ein annar trupulleiki, sum javnan tekur seg upp, er, tá ið facebook brúkarar doyggja, tí tá verður vangamyndin standandi á Facebook.
- Tá kann tað henda, at onkur, sum ikki veit, at viðkomandi er deyður, sendir eini boð á vangamyndina og tað kann elva til mangar keðiligar støður.
- Í slíkum førum kann Dátueftirlitið hjálpa til at fáa samband við Facebook fyri at fáa vangamyndina stongda.
- Vit hava ymisk leinki og ymisk sambond, sum kunnu fáa slík viðurskifti skjótari í rættlag enn annars.
Tað eru eisini dømi um, at summi brúka Facebook til at niðurgera ella beinleiðis spilla onkran annan út.
Eisini í førum, sum hesum, kann Dátueftirlitið vera til hjálpar, tí tey hava leinki, har tað ber til at boða Facebook frá slíkum fólkum, so at tey verða útihýst.
Viðhvørt mæla vit eisini fólki til at boða løgregluni frá.

Strika meg
Í næstum verður ein nýggj tænasta á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, hon er á www.datueftirlitid.fo.
Tað verður ein tænasta, sum hevur fingið heitið ”strika meg”, og sum er ætlað teimum, ið eru komin í neyð av Facebook.
Á hesi síðuni verða nakrar leinkjur og leiðbeiningar til, hvussu ein kann loysa teir trupulleikar, ein kann koma í á Facebook.
Hon verður tøk á heimasíðuni í næstum.

Stinga høvdini saman
Men trupulleikin er so mikið stórur, at farið verður eitt stig víðari. Tí fara Dátueftirlitið og løgreglan nú at tosa saman um, hvussu tey skulu bera seg at, tá ið fólk misbrúka Facebook til útspilling, ella til at skriva niðrandi og ærumeiðandi um onkran annan.
Ingunn Eiriksdóttir sigur, at trupulleikin er so mikið stórur, at nú er avgjørt hava gjørt ímillum løgregluna og Dátueftirlitið um, hvussu slík mál skulu viðgerast.
Eitt, sum tey skulu viðgera, er, nær eitt mál hoyrir undir Dátueftirlitið og nær tað hoyrir undir løgregluna og hvat tey skulu gera við mál av hesum slagi.
- Hetta er fyri at kunna hjálpa teimum betri, sum venda sær til myndugleikarnar við trupulleikum av hesum slagi.

5 góð ráð


Við at fylgja nøkrum einføldum, men góðum ráðum, ber til at tryggja seg rættiliga væl ímóti Facerape
1. Minst altíð til at útrita teg, tá ið tú fert frá telduni, eisini tá ið talan bara eru um eini lítil ørindi. Á Windows teldum er tað skjótast at útrita seg, at trýsta á ctrl+alt+delete.
2. Tað er ikki av ongum, at tú skalt hava loyniorð fyri at innrita teg. Og tað er heldur ikki av ongum, at tað eitur loyniorð, tí ætlanin við tí er nevniliga, at tað skal vera loyniligt. Vís ongum títt loyniorð og vel eitt loyniorð, sum er tórført at gita seg fram til.
3. Set ikki flugubein í kassan, har spurt verður, um Facebook skal minnast til tín fyri at gera tað skjótari at innrita seg.
4. Set telduna til at læsa skermin og knappaborðið automatiskt, tá ið hon ikki er brúkt í nakrar minuttir.
5. Facebook hevur eina skipan, sum økir um trygdina, men hana skal brúkarin sjálvur seta til.
Hetta er ein hent skipan hjá teimum, sum eru innritað á fleiri teldum, eitt nú á eini teldu í skúlanum ella á arbeiðsplássunum.
Tá ið tú so setist við telduna heima, fært tú boð teldubræv, skuldi tað hent, at tín facebook vangamynd er innritað á telduni í skúlanum ella arbeiðsplássunum, ella um tað skuldi hent, at onkur ritar teg inn á telduna.
Í slíkum førum ber til at brúka heimatelduna til at rita teg út aftur av skúlatelduni ella arbeiðstelduni.