Nógv norðhavssild - men lítil svartkjaftur

- Fyribils útrokningar benda á, at tað er væl minni av svartkjafti í føroyskum øki í ár sambanborið við seinasta ár. Tó er ymiskt, nær svartkjafturin kemur norður um Føroyar, og tí er ikki lætt at samanbera nøgdirnar í hesum øki ár undan ári, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur

Kanning

Magnus Heinason hevur verið norðanfyri og gjørt silda-og svartkjaftakanningar.
- Væl av norðhavssild var at síggja í føroyskum øki í mun til í fjør, men minni av svartkjafti.
Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, sigur, at sildin var góð; miðalvektin lá um 270 g., og sildin stóð mest sum í øllum norðrara parti av økinum, norðan fyri 63°20'N.
Hann vísir á, at sildin var stygg og ring at fáast við, og flestu torvurnar stóðu djúpari enn 200 metrar og vóru nakað spjaddar.

Felags kanning
- Kanningin, sum er skipað undir ICES, er liður í eini felags kanning av sild og svartkjafti í økinum norðan fyri Føroyar, Norskahavinum og í Barentshavinum.
Ísland, Noreg, ES og Russland taka eisini lut í hesi kanning.
Jan Arge Jacobsen sigur, at endaligu útrokningarnar av nøgdini av sild og svartkjafti verða tøkar í juni, og tá verða úrslitini frá øllum rannsóknarskipunum úr ymisku londunum eisini við.
- Útrokningar vísa, at nøgdin av sild norðanfyri Føroyar er umleið 1,8 miljónir tons, sigur hann.

Svartkjafturin
Jan Arge Jacobsen sigur, at svartkjaftur er at finna í mest sum øllum økinum norðanfyri Føroyar. Tó eru nøgdirnar sera smáar í tí kalda sjónum norðaliga og vestaliga í økinum.
- Í syðra parti av økinum ? norður úr kantinum, var svartkjafturin størri enn longur norðuri og eysturi. Hetta er svartkjaftur, sum hevur gýtt sunnanfyri og er á veg norður at leita sær føði.
Fiskifrøðingurin sigur, at svartkjafturin í landnyrðingspartinum út móti markinum var smærri og óbúgvin.
- Fyribils útrokningar benda á, at tað er væl minni av svartkjafti í føroyskum øki í ár sambanborið við seinasta ár. Tó er ymiskt, nær svartkjafturin kemur norður um Føroyar. Summi ár er hann tíðliga á veg og onnur ár seinni; tí ber illa til at samanbera nøgdirnar í hesum øki ár undan ári, sigur Jan Arge Jacobsen.