Nógv virksemi á MEST á Skála, í Havn og í Runavík

Tað er nógv at gera á MEST á øllum økjum í løtuni. Umframt bedings- og klassingararbeiði á skipasmiðjunum hevur MEST Runavík nógv virksemi í gongd í alivinnuni.

Størru skipini til klassingar arbeiði á Skála

Seinastu tvær vikurnar ella so hevur Tróndur í Gøtu verið í dokkini hjá MEST á Skála í samband við 10 ára klassing. Teir á MEST hava vaskað og málað uppá lúnning.

Skipið verður væntandi 3 vikur ella so afturat á Skála. Komandi vikurnar verða ymisk størri arbeiði framd. Høvuðsmotorurin og gear verða umvæld – umframt at ymiskt viðlíkahaldsarbeiði verður gjørt.

##med2##

RSW tangarnir verða reinsaðir, sandblástir og málaðir innaní. Hetta verður gjørt í samstarvi við altjóða týsku fyritøkuna Muehlhan, sum MEST hevur samstarvsavtalu við innan málingauppgávur. Nýggj vaskiskipan verður sett í RSW tangarnar so at tangarnir framyvir sjálvvirknir verða vaskaðir so hvørt. 

Tróndur í Gøtu verður væntandi klárur aftur í seinni helvt av juni.

Norðborg hevur ligið við bryggju á Skála í eina tíð. Ymiskt viðlíkahaldsarbeiði og málingaarbeiði er gjørt á verksmiðjudekkinum á Norðborg, sum eisini verður málað uttanborða.

Í dag kom íslendski nótabáturin Aðalsteinn Jónsson til 15 ára klassingar og annað viðlíkahaldarbeiði. Skipið, sum er 94 metrar langt og 17 metrar breitt, verður á Skála í umleið ein mánað.

##med3##

Fóðurflaki, garnabátur og línubátar í Havn
Luna letur fóðurflakan, Múlafoss, mála av nýggjum í gráum liti – so at hann fellur inn í landslagið og sjógvin har hann liggur. Á garnabátinum Thor verður tunnilin til síðuskrúvuna tikin úr umframt annað viðlíkahaldsarbeiði. Sandshavið er júst komið á beding í nakrar fáar dagar til viðlíkahaldsarbeiði. 

Kappin hjá Thor í Hósvík er komin fyri at yvirhála motor og at reinsa botn. Seinni í dag kemur línubáturin Skørin hjá partafelagnum Regn á Toftum til klassingar og verður í Havn í umleið 3 vikur ella so.

 

MEST Runavík úr at gera í alivinnuni
Eins og seinastu árini hevur MEST í Runavík nógv virksemi fyri alifyritøkurnar Bakkafrost, Mowi og Luna. MEST hevur áður staðið fyri ísetan av størri avlúsingarskipanum og hevur júst ísett eina SFI avlúsingarskipan á ‘Martin’ hjá Bakkafrost. Hetta er ein føroyskt ment skipan hjá fyritøkuni Sea Farm Innovations, sum MEST hevur framleitt í Runavík. SFI hevur heimstað á Toftum. Eins og myndin vísir er talan um stórar skipanir.

MEST í Runavík hevur annars hópin av ymiskum uppgávum í rustfríum stáli fyri alifyritøkurnar kring landið.