VELJARAKANNING: Sambært dagsins veljarakanning, so varðveitir sitandi samgongan meirilutan upp á 21 tingsessir. Broytingin er tann, at Fólkaflokkurin missir ein tingsess, sum Sambandsflokkurin vinnur. Men av tí at tingmannatalið veksur til 33, vinnur andstøðan, Tjóðveldisflokkurin, eisini ein tingsess.
Men hóast samgongan varðveitir sína støðu, so eru nógvir aðrir samgongumøguleikar.
Ein kundi verið, at Tjóðveldið og Sambandsflokkurin kastaðu saman í eina tvíflokkasamgongur. Teir hava tilsamans 17 tingsessir.
Síðani 1948 hava vit bara havt tvær tvíflokkasamgongur, tann fyri 1950-54 við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, og tann seinna frá 1990-1993 við Javnaðarflokkinum (10 tingfólk) og Fólkaflokkinum (7 tingfólk).
Annar møguleiki er gamla heimastýrissamgongan millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Ein slík samgonga hevði eisini havt 17 tingsessir. Seinasti hendan samgongan varð roynd, var frá 1966-74
Men fullveldissamgongan frá 1998 hevði eisini havt meiriluta, tí Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava tilsamans 17 tingessesir, so møguleikarnir eru nógvir.