Næmingarnir læra læraran

Seks av tíggju lærarum meta seg ikki kunna menna KT-førleikarnar hjá næmingunum í stóran mun, og tveir av trimum lærarum siga seg hava stóran tørv á førleikamenning innan KT-økið

Umleið 750 lærarar, svarandi til góð 75 prosent av øllum lærarum í skúlaverkinum, tóku í várhálvuni 2008 lut í eini kanning, sum KT-Depilin gjørdi fyri Mentamálaráðið, og sum lýsir støðuna við kunningartøkni í skúlaverkinum.

Teldur og tøkni hava seinnu árini fingið alsamt størri týdning í samfelganum, og menningin innan økið hevur verið stór. Í skúlaverkinum hava lærarar eisini tikið telduna til sín, og kanningin vísir millum annað, at heili 96 prosent av teimum lærarum, ið svaraðu, nýta teldu í skúlaarbeiðinum í størri ella minni mun.

Lærararnir svaraðu eisini, nær teir nýta teldu í undirvísingarhøpi. Har svaraðu 83 prosent, at teir nýta telduna til undirvísingarfyrireiking, 67 prosent, at teir nýta telduna í sjálvari undirvísingini, 30 prosent nýta telduna í eftirmetingum og 19 prosent svaraðu »annað«.

13 prosent av lærarunum yvir 60 ár nýta ikki teldu í skúlaarbeiðinum.


Næmingurin betri fyri

Hóast heili 96 prosent av lærarunum nýta teldu til skúlaarbeiði, svaraðu heili 60 prosent av lærarunum, at teir ikki meta seg kunna menna førleikarnar hjá næmingunum í stóran mun. Harafturat siga tveir av trimum lærarum seg hava tørv á førleikamenning í stóran mun, tá talan er um kunningartøkni, meðan bert tvey prosent av lærarunum søgdu seg als ikki hava tørv á førleikamenning.

Hetta bendir á, at næmingurin ofta er nógv betri fyri enn lærarin, tá talan er um førleikar innan kunningartøkni.


Eingin menningarætlan

Í kanningini svaraðu 61 prosent av lærarunum, at teir ikki kenna til nakra menningarætlan á KT-økinum.

Serliga á miðnámsskúlaøkinum eru trupulleikar hesum viðvíkjandi. Heili 42 prosent av lærarunum á miðnámsskúlunum siga seg ikki vita, um skúlin hevur eina menningarætlan, og onnur 26 prosent siga at skúlin ikki hevur nakra menningarætlan.

Ein niðurstøða í kanningini er, at tá støðan er soleiðs í miðnámsskúlunum, so er allarhelst talan um manglandi strategiska viðgerð á KT-økinum hjá tí einstaka skúlanum eins og/ella tí myndugleika, sum umsitur økið.


Mugu nýta egna teldu

Í kanningini varð eisini spurt, hvør eigur telduna, ið verður nýtt til skúlaarbeiði og undirvísing. Her vísir tað seg, at 27 prosent av lærarunum í fólkaskúlanum nýta sína egnu teldu til undirvísing og skúlaarbeiði. Hinvegin svaraðu 37 prosent av lærarunum í miðnámsskúlunum, at teldan er skúlans ogn.

Harafturat vísir tað seg soleiðis, at farteldan er meira vanlig millum lærararnar á miðnámsskúlunum. Í fólkaskúlanum hava 21 prosent farteldu og á miðnámsskúlunum hava 57 prosent av lærarunum farteldu.

Eisini vísir kanningin, at sjey prosent av lærarunum hava ikki atgongd til internet á skúlunum, og stendur í niðurstøðuni frá KT-Depilinum, at hetta ikki er nøktandi.


Raðfesta ymiskt

KT-Depilin skrivar í niðurstøðuni til telduatgongd heima og á skúla, teldunýtslu og ognarviðurskifti, at »Tølini venda rætta vegin, men má tað tó sigast, at tað er ójavnt hvussu støðan er hjá lærarum, tá tað kemur til atgongd til teldu. Sostatt eru lærararnir ymiskt stillaðir á hardware síðuni, í mun til, hvussu teir kunnu gera skúlaarbeiði við KT. Ein orsøk kann vera, at kommunurnar umsita fólkaskúlan ymiskt á hesum øki og at ymsu skúlarnir, bæði fólkaskúlar og miðnámsskúlar, raðfesta KT ymiskt.«



Fakta

Onnur tøl um lærararnar, ið svaraðu:

97 prosent nýta FirstClass

68 prosent hava tikið námsfrøðiligt KT-kort

67 prosent eru neilig um umstøðurnar hjá undirvísara at nýta KT í skúlanum

69 prosent eru neilig um umstøðurnar hjá næmingum at nýta KT í skúlanum

42 prosent av lærarunum eru 50 ár og eldri

31 prosent av lærarunum eru undir 40 ár

90 prosent hava læraraútbúgving, bachelor, master ella kandidatútbúgving

65 prosent nýta Windows XP stýrisskipanina

5 prosent nýta Windows 98 stýrisskipanina