Nú nýta teir lemmatrolið

Hugskotið, at brúka okkurt plátuskapilsi í sjógnum eins og ein leikutoysdreka gjøgnum luftina fyri at fáa trolið at gapa, var eftirhondini eini tjúgu, tredivu ára gamalt. Og tað kann ómøguligt hava verið okkara landsmonnum niðri í Grimsby fremmant. Men smátt gekk at fáa hugskotið til veruleika

Jóan Jakku Guttesen


At vísa seg góvu føroyingar heima og landsins myndugleikar sær als ikki far um, hvat fór fram á fiskivinnuøkinum í grannalondunum. Og fyri so vítt var heldur onki nýtt í tí. Hvat tað var fyri fiskireiðskapur, sum hetlendingar við góðum úrslitum høvdu brúkt fyri eygunum á útróðrarmonnum í ártíggjund, rein als ikki við. Á fiskivinnumessum - eisini í Skotlandi, sum gott ferðasamband var við - vórðu tey nýggjastu veiðiamboðini sýnd fram við jøvnum millumbilum. Men hetta var líkasum ein annar heimur, sum onki hevði við føroyskan sjógv at gera, og troling og føroyskur sjógvur hóskaðu ikki saman, var staðfest einaferð við alla. Gamaní fóru bretar avstað við øllum kalvanum, sum her svam, men kalvin var ikki søluvøra kortini, tað hevði minni at týða, varð ofta ført fram.

Hugskotið, at brúka okkurt plátuskapilsi í sjógnum eins og ein leikutoysdreka gjøgnum luftina fyri at fáa trolið at gapa, var eftirhondini eini tjúgu, tredivu ára gamalt. Og tað kann ómøguligt hava verið okkara landsmonnum niðri í Grimsby fremmant. Men smátt gekk at fáa hugskotið til veruleika. Nógvar misslukkaðar royndir høvdu verið gjørdar, og nógv patent høvdu verið tikin. Nú vóru royndirnar komnar har til, at tveir veirar sleipaðu hvør sín lemm, ístaðin fyri bert at brúka ein veir ella trossa við hanafóti í endanum, eins og gjørt varð við bummtrolinum, og royndarskipini høvdu fingið gálgar. Hetta hendi næstan samstundis í fleiri londum, og í 1895 høvdu lemmarnir fingið sítt fyribils endaliga skap. Teir vóru einfaldir og bíligir. Lættir at handfara og lættir at beina burtur millum gálga og lúnning, smíðaðir úr træ, bert styrktir um kantarnar og skógvaðir við jarni. Sjávt netið var óbroytt, men í høvurlínuni vóru nú tundurflot ella kúlur at halda tí uppi.

Og síðani gekk skjótt. Samanborið við nýggju greiðirnar var gamla bummtrolið láturliga klossut, og tað var gravgangur eftir lemmatrolum. Framleiðslan var tó at byrja við lítil, og lemmatrolið hevði ikki stórvegis týdning í 1896. Men á sumri 1898 var stórur partur av trolaraflotanum útgjørdur við lemmatroli, og tá var tað at teir løgdu í vaði við Føroyar, trolandi millum oyggjar og gjøgnum sund, inni á víkum og firðum. Tað er onki at siga til, at panikkur kom í, tí sjóverja var ongin.

Løgtingsnevndin, sum varð sett á ólavsøku 1898 at viðgera hetta álvarsmál, er skelkað og stendur púra spyrjandi og gitir. Tað er framvegis bummtrolið, sum teir hava í huga, tá teir skriva álitið, sum teir løgdu fram eftir fáum døgum. ?Den Yngel, som Garnet ikke fanger, bliver enten knust af Trawlbommen eller ødelagt ved at presses indimellem den i Garnet værende fisk.? Og víðari siga teir: ?Man har tidligere trøstet sig med, at Trawlredskaberne ikkun kunne anvendes paa Sandbund og ikke, hvor Grunden var ujævn eller bestod af Klipper, men dette Haab er tilintetgjort, idet Dampskibene ogsaa ses trawlende paa haard Bund. Fremgangsmaaden er da den, at 2 Skibe hjælpes ad; det ene trækker Trawlen, det andet følger bagefter, hvor det ved en Line, der er forbunden med Trawlen, kan hæve denne op fra Bunden, naar Redskabet støder mod Forhøjningerne.?

Henda samtrolingin, sum her verður nevnd, ljóðar í so háfloygd og fantasikend og má vera ein roynd at loysa gátuna, tí í veruleikanum skilja teir onki. Føringatíðindi koma við hesi somu søgu júst sama dag, 4. august 1898, sum løgtingsnevndin leggur sítt álit fram. Søgan hevur verið endurtikin til henda dag, men í veruleikanum er bert ein kelda. Báðar søgurnar eru skrivaðar av sama manni, blaðstjóranum á Føringatíðindum og skrivaranum hjá løgtingsnevndi, R.C. Effersøe.

Í mai mánað sama ár stutt áðrenn innrásina, hevði sjóverjuskipið Hejmdal tikið nakrar trolarar við Ísland, stutt eftir at nýggj trolaralóg var komin í gildi har. Vanlig hugsan var hetta summarið, og hetta hevur verið endurtikið síðani, at her hevði danska sjóverjan óbeinleiðis rikið enska trolaraflotan ?paa flugt? til Føroya, sum Dimmalætting tekur til. Óttin fyri at ensku trolararnir skuldu rýma undan donsku sjóverjuni undir Íslandi til Føroya hevði verið nevndur fleiri ferðir áður, eisini so mikið tíðliga sum tá nýbygda herskipið Hejmdal á sumri 1895 tók fýra trolarar. Tá skriva Føringatíðindi ?....Tí betur sýnist tað ikki at verða, sum ?Dim.?s blaðstýrari stúrdi fyri, at hini Eingilskmenninir, tá ið teir frætti slíkt, skuldi leggjast so mikið verri á at ræna tær Føroysku landgrunnarnar ...?

Nýggja íslendska trolaralógin, sum kom í gildi í apríl 1898 fekk sín stóra part av skylduni av innrásini við Føroyar, tí at tað skuldi vera so nógv ?bíligari? at vera tikin í føroyskum sjógvi enn í íslendskum, umframt tað, at sjóverjan við Føroyar bert var eitt eiti. Eisini nýliga hevur verðið ført fram, at ?Tað var so javnan sagt, at revsingin var so lin í gomlu lógini, at skipararnir hildu tað loysa seg at verða tikin. Bretsku skipararnir vóru so skakkir av teimum nýggju lógunum, at trolarar úr Skotlandi og Onglandi á fyrsta sinni løgdust undir Føroyar at royna.? Hetta er ikki so. Víst vóru bøturnar lægri í Føroyum enn í Íslandi, men hetta var ikki nakað nýtt. Nýggja íslendska lógin hækkaði ikki bøturnar. Tvørturímóti lækkaðu maksimumbøturnar úr 10.000 krónum niður í 4.000 krónur, og nýggja lógin gekk eisini ávísum øðrum bretskum krøvum á møti vegna ?Beklagelser fra England .... over de ualmindelig strænge Straffebestemmelser...? Eitt nú tað, at trolarar í ávísum førum nú sluppu undan at beina fiskireiðskap burtur innan fyri mark.

Ein onnur teori gekk út upp á, at føroyingarnir niðri í Grimsby vóru farnir at leiga seg út til at vísa á røttu leiðirnar, og at tað nú ?....er lykkedes dem at finde saadan Fiskebund, at Arbejdet kan udføres med Fordel.? Men heldur ikki hetta gevur meining, tí her vóru snøgt sagt ongar royndir gjørdar, áðrenn tað knappliga alt í einum ?lykkedes?. Einasti uggi var, at móti vetri fór trolingin at steðga av sær sjálvum, tí, sum Fuglaframi sigur, ?botnvarpingar ikki kunnu royna undir Føroyum um veturin.? Við Ísland hevði higartil ikki verið trolað alt árið, tí tryggingin ikki góðtók tað, men tá veturin kom í Føroyum helt trolveiðan ótarnað fram.

Tað einfalda svarið og tann stóra kollveltingin vóru lemmarnir. Íslendski fiskifrøðingurin Bjarni Sæmundsson, sum seinni fekk eitt havransóknarskip uppkallað eftir sær, fylgdi sera væl við, hvussu nú fór at vera við tí nýggja reiðskapinum. Hann hevði eyguni við sær, og tá trolarar vóru í havn, fór hann umborð at forvitnast. Í 1896 veit hann at siga, at trolarar, sum hann hevur sæð á Reykjavík, allir framvegis brúka ?gomlu vørpuna?, men at teir sjálvsagt fara yvir til lemmatrolið, um summir teirra ikki longu hava gjørt tað. Í 1899 slær hann fast, at nú hava allir trolarar lemmatrol. Hetta trolið kundi brúkast á størri dýpi, á óslættari botni og í verri líkindum enn bummtrolið og fiskaði nógvar ferðir betur.

At byrja við vóru lemmarnir festir beinleiðis í sjálvt netið, í sjálvar vengrirnar á trolinum, har sum rammurnar við gangarunum áður høvdu verið festar í bummtrolið.

Tað var ikki fyrr enn í 1923, at næsta kollveltandi broytingin kom, tá V-D trolið ella tær sokallaðu Vigneron-Dahl greiðirnar sóu dagsins ljós í Fraklandi, tá lemmarnir vórðu loystir frá sjálvum netinum við breitlum, dandlin, bakkstrevara og millumbreitli, og tá jarnbobbens komu ístaðin fyri trærullur, sum tá vórðu vanligar, ella ketur, sum at byrja við høvdu hildið trolinum móti botni. Tað vóru franskmaðurin Vigneron og norðmaðurin Dahl, sum útviklaðu hesar greiðir.


Hanus bóndi

Føroyingar vóru vanir við trælkan og kúgan. Nú vóru trolararnir komnir, umboðandi heimsveldið Bretland, dragsandi síni trol tvørtur um vanligar línuleiðir. Sigldu onkran niður, um illa vildi til. Bjargaðu teimum úr vanda til aðrar tíðir og góvu eitt sleip, tá lagið var gott. Í hættisligum líkindum, tá tað var ein spurningur um lív ella deyð, tóku teir bæði manning og bát inn á dekk og sigldu teir inn á onkran slættan fjørð. Altíð buktina og báðar endarnar. Trolararnir royndu alla staðni, har roynandi var, stórt sæð ótarnaðir. At byrja við løgdu teir seg, eins og í Íslandi, bert eftir flatfiskinum, serliga reyðsprøku. Í Íslandi vistu tey at siga, at so stór var veiðan fyrstu árini, at um hýsan ikki hevði røttu støddina, ikki ov stór, ikki ov smá, fór hon aftur í havið. Toskin skoyttu teir als ikki um fyrr enn seinni, tá hini fiskasløgini, prime fish, minkaðu í nøgd, og bátarnir vórðu størri.

Á Norðhavinum var og hevði altíð verið nógvur róður, bæði innari og ytri. Serliga várróðurin, sum gav góðan og stóran tosk, dróg útróðrarmenn til bygdirnar norðanfyri. Har komu bátar langvegis frá, og nógvir gistu har norðuri. Frá mikkjalsmessu, sum er mánaðarskiftið september-oktober, róðu teir við áttamannaførum inntil krossmessu, fyrst í mai. Síðani fóru teir umborð á seksmannaførini summarmánaðirnar. Hóast árini vóru ójøvn til fisk, so kom ein maður vanliga upp á einar 1500 vælvaksnar toskar ein várróður. Tá fyrstu trolararnir komu og løgdu seg á innastu sandgrunnar, hildu teir seg vita, at ein víkarmaður legði teimum lag á.

Og tað er jú nærliggjandi at hugsa sær, at her vóru staðkendir menn innanborða. Svíkjarar, ævintýrarar ella sjógarpar, kanska alt í senn. Støðan var vónleys, og tað stóð nógv á monnum. Tað hevði tikið langa tíð at fara frá ongul og steini og yvir til snøri. Tað hevði verið ein merkiligur óvilji móti at fara yvir til fiskiligari agn. Og júst nú, línan langt um longi var vorðin vanligur og viðurkendur fiskireiðskapur, høvdu trolararnir lagt allan sjógv undir seg, bæði innan fyri og uttan fyri mark. Nú føroyingar vóru farnir at meta seg sum fiskivinnutjóð og skipsfiskiskapurin hevði tikið seg upp, vóru teir við eitt so væl og virðiliga afturúrsigldir. Men her var jú eitt logiskt samanspæl. Ongilskmenn skiftu slupptrolararnar út við jarntrolarar við maskinkraft, og føroyingar fingu sluppirnar til keyps fyri rímiligan penga. Annað førdi hitt við sær.

Eitt kvøldið í skýmingini í januar mánað 1900 koma Hanus bóndi á Eiði og hansara manning tøssandi inn av Norðhavinum í árabáti. Tá kemur uttanífra ímóti teimum ein trolari grøvandi við fullari ferð, og í tí hann siglir tætt fram við teimum, rópar ein maður við týðiligum norðanmáli á teir: ?Tú, Hanus hin gamli! Hvar er kanónbáturin nú??

Man kann síggja hesar menninar fyri sær, nú teir bæði bókstaviliga og myndaliga verða afturúrsigldir. Hanus bóndi ønir ikki aftur, neyvan skeitir til viks. Starir bert fram fyri seg, samanbitin.

Hvat hugsaðu hesir menn, meðan teir togaðu í árarnar, soleiðis sum forfedrarnir undan teimum, so langt sum nakar dugdi at siga frá? Hetta man hava verið ein heilt vanlig hending ein heilt vanligan útróðrardag. Teir hava ilskast um vónleysu støðuna, onkur hevur lovað ilt, aðrir hava snøgt sagt givið skarvin yvir. Teir flestu staðfestu, at tað vóru tvær yvirmaktir nú. Onnur ráddi á landi, hin á sjónum. Vit kenna hesa søguna, tí hon var hildin at vera stuttlig. Poengið er, at eitt hálvbýtt, sum var við, vil vera fólkaligur og hjálpsamur, og svarar, tá hann er spurdur. ?Kanónbáturin sæst ongantíð um okkara leiðir,? rópar hann aftur.


Afturhald

Tað hevur undrað stórliga, hví menn vóru so trekir at gera broytingar í fiskiskapi, sum í baksýni sýnast so innlýsandi. At teir vóru so trekir at fara frá onguli og steini, var ikki tí at teir ikki kendu til annan og betri reiðskap. Tá føroyingar langt um longi samdust um at fara yvir til línuveiðu við árabáti, komu bretar við sínum dampdrivnu línubátum. Tá føroyingar av álvara fóru yvir til havfiskiskap, komu bretar við dampdrivnum trolarum. Tá føroyingar fyrst í øldini fóru yvir til motordrivnan útróður, vóru teir á hesum øki knappliga líka so frammaliga sum bæði íslendarar og norðmenn, sigur Robert Joensen. Men tað var bara tí, at tað vóru tveir útróðrarmenn í hvør sínum enda av landinum, sum ikki bara lovaðu sær sjálvum, at her skuldi broyting koma í, men eisini gjørdu nakað við tað. Annar var sørvingurin Eliesar í Beiti, føddur 1878, hin var Sørin í Kunoy, føddur 1866. Hesir báðir menninir høvdu stórt sæð einsamallir æruna fyri, at motordrivin útróður tók seg upp her á landi líka so tíðliga í tíðini sum í grannalondunum. Men tá vóru stovnarnir longu syndarliga niðurfiskaðir. Tað er ein áhugaverd søga, sum kann lesast í bókini Útróður 1845-1945 hjá Robert Joensen.


Sterkar, duldar maktir

Eftirtíðin hevur sjálvandi ilt við at fata lívstreytirnar hjá teimum gomlu. Nattúrulógirnar vóru ikki so logiskar, sum tær seinni vórðu. Hvør dagur var eitt baks, og tað ráddi um ikki at provokera maktirnar. Tað fólk, sum livir og virkar mitt í náttúruni og við ytstu rendur av tí møguliga, veit, at tað kann vera skjótt hvønn vegin. Í trongum tíðum, tá natúran er náðileys, kann óttin taka yvirhond, og vit fara at lova burtur olmussu og finna upp á tápulig ritual fyri at hóra undan. Sjálvt í lagaligum tíðum situr hetta djúpt í barmi.

Eyðun Andreasen sigur um pátrúgv og sterkar, duldar maktir í bókini Úr søgn og søgu: ?Ótryggleikin við øllum arbeiði og óttin fyri, at tað fór at gangast illa, tí fylgjurnar kundu vera so álvarsligar, skaptu gróðrarbotn fyri pátrúnni og øllum teimum ráðum og reglum, fólk hevði at rætta seg eftir, at sleppa undan óeydnu.? ?Pátrúgvin skuldi fyri ein part greiða mangt, ið var óskilligt, og fyri ein part royna at ávirka viðurskifti, har teirra egnu møguleikar rukku ikki til. Tá eitt arbeiði var gjørt av einslistum og á allar besta máta eftir teimum royndum, fólk høvdu, og við tí kunnleika, tey høvdu um hetta arbeiði, var tað kortini verri enn so vist, at arbeiðið eydnaðist.?

Erlendur Patursson sigur: ?Í øldir var fólkið innibyrgt og kúgað, og slík spor høvdu hesi viðurskifti sett í hugsannarhátt fólksins, at eisini langt aftan á avtøku einahandilsins kom afturhaldssemi og trongskygni at tarna framburði og framgongd. Soleiðis eisini við fiskiveiðini, ið tá einans var útróður.

Tað var ikki fyrr enn væl var liðið á seinnu helvt 19. aldar, ja ikki til muns fyrr enn komið var út í 20. øld, at Føroyingar fóru at gera seg leysar av avoldaðum veiðiháttum og at ganga leiðir, sum aðrar fiskiveiðitjóðir leingi høvdu gingið.?

Robert Joensen sigur soleiðis: ?Við fiskiamboðunum er tað sum við teimum amboðum, ið brúkt vórðu heima við hús, á bø ella í haga, at útviklingurin hevur staðið í stað í langar tíðir. Hugsanin tykist at hava verið tann, at einki skuldi broytast, og hevur hesin fastgrógvni stillstandur ivaleyst sína orsøk í tí, at landið var innilæst, og at menn ikki komu út um at síggja, hvussu aðrir bóru seg at........ Fyri ein stóran part ger óvilji og afturhald seg galdandi.

Fyrst er at vísa á, at fólkið hevur verið innibyrgt, menn høvdu lítið sæð til, hvussu aðrir virkaðu, og hetta bar helst við sær, at alt nýtt, sum teir gomlu ikki høvdu víst teimum yngri í ættini leið til, ikki kundi verða tikið við so beinan vegin; tí teir vistu, at í bø, í haga og bjørgum og eisini á útróðri var tað tryggast at gera, sum teir gomlu høvdu víst á. Tað tykist hjá fjøldini at hava verið ein fastgrógvin mótvilji móti nýggjum tiltøkum, og nógvir hava ikki verið førir at fata, hvat tað nýggja viðvíkjandi veiðiháttinum galt.?

Sjálvt bretar hava so seint sum í 1970 árunum undrast yvir sama spurningin, hví menn eru so trekir at gera broytingar í fiskiskapi, sum í baksýni sýnast so innlýsandi. So konservativir, sum bretar enn bera orð fyri at vera, so vóru teir alla tíðina í fremstu røð, tá tað galt um veiðiamboð og fiskileiðir. Men teir spyrja, hóast tað: Hví kom hekkutrolarin ikki 60 ár, áðrenn hann kom? Hví kom hekkutrolarin ikki samstundis sum lemmatrolið? At fiska við neti út av hekkuni var als ikki ókent, og fyri tað, um bummtrolið, við tí 50-80 fót langa bjálkanum neyðugtvíst mátti skjótast út av síðuni á einum trolara, so var onki, sum talaði fyri, at tað sama skuldi galda fyri lemmatrolið. Onki uttan tað, at soleiðis hevði tað verið gjørt. Og tað er høvuðsgrundin, er niðurstøðan hjá bretum. Tað, sum hevur verið roynt í langar tíðir, og sum, hóast alt, hevur riggað, tað verður ikki broytt frá einum degi til tann næsta. Menn aftra seg við at gera ivasamar íløgur. Tað kann roknast við eini ivasamari royndartíð. Teir hanga seg í smálutir, sum til dømis í hesum førinum við spurninginum: Hvussu fáa vit alt trolið inn á dekkið í heilum líki, uttan at tað fer í fyllur, um trolið skal skjótast út av hekkuni? At enda er tað ein trygdarspurningur: Er tað heilt vandaleyst at broyta eina kenda mannagongd og eitt kent arbeiðslag til nakað, sum er heilt nýtt og ókent? Í Føroyum vita vit, at omaná alt hetta natúrliga afturhaldni í eini vandafullari vinnu, koma undirlutakensla og autoritetstrúgv. Eitt fólk, sum hevur verið kúgað í 1000 ár, hevur eftir hondini eina ávísa venjing í hesum.

Hvalabátar fingu slisku í hekkuni longu í 1924 til at hiva hvalin upp á dekkið eftir. Hetta var umleið, tá ið tað sokallaða V-D trolið kom í brúk. Men tað var ikki fyrr enn verksmiðjutrolararnir lógu á tekniborðinum, og pláss skuldi finnast til ta nýggju arbeiðsgongdina við flakaskering og frysting, at nýggjur hugsunarháttur mátti til. Tað varð vorðið ov trongt á dekkinum, og einasta loysn var at flyta trolreiðskapin onkra aðra staðni á skipinum. Og einasta stað, har tað var pláss fyri honum, var afturi í reyv. Hesar royndir vórðu gjørdar longu fyrst í 50 árunum, men kortini vórðu síðutrolarar bygdir øll 70 árini á tamb. Síðstu síðutrolarar, sum bygdir vórðu til Føroya, komu í 1974. Tað vóru teir báðir Vestfinnur og Norðfinnur, seinni Stígarklettur og Hádegisklettur.


Heimildir:

Føringatíðindi 1895, 1898, 1900

Dimmalætting 1898

Løgtingstíðindi 1898

Útvarpssamrøða við gjáarmannin Óla Andreas á Rætt

Robert Joensen: Útróður 1845-1945

Erlendur Patursson: Fiskiveiði - Fiskimenn

Eyðun Andreassen: Úr søgn og søgu

Gils Guðmundsson: Togaraøldin 1

Edgar J. March: Sailing Trawlers - The Story of Deep-Sea Fishing with Longline and Trawl.

Jógvan Arge: Neyðugt er at sigla