Nú sleppa tey at royna seg

Jens Stoltenberg verður nýggjur norskur forsætisráðharri, men hóast reyð-grønu flokkarnir eru samdir um at skipa stjórn, kann tað taka drúgva tíð at orða samgonguskjalið

Noreg
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Stórtingsvalið mánadagin var søguligt. Fyri fyrstu ferð í fleiri skeið fær Noreg eina meirilutastjórn, og fyri fyrstu ferð sleppur Sosialistiski Vinstraflokkurin í stjórn. Harafturat er tað fyrstu ferð, at Miðflokkurin skipar stjórn saman við teimum báðum flokkunum á vinstravonginum.
Valkvøldið vóru Jens Stoltenberg, Kristin Halvorsen og Aslaug Haga fegin um sigurin. Jens Stoltenberg kundi av sonnum fegnast, tí Arbeiðaraflokkurin hevði eitt sera gott val og fekk 32,8 prosent av atkvøðunum. Hjá Sosialistiska Vinstraflokkinum hjá Kristin Halvorsen gekk minni væl. Flokkurin hevði stóra afturgongd og fekk 8,7 prosent. Miðflokkurin hevði harafturímóti eina lítla framgongd og fekk 6,5 prosent av atkvøðunum. Tilsamans fingu teir tríggir flokkarnir 87 tinglimir.
Tað var ymiskt, sum valið hilnaðist hjá stjórnarflokkunum. Tann størsti, Høgri, fekk ein dyggan frammaná og fekk 14,1 prosent, sum er tað minsta, sum flokkurin hevur havt. Kristiligi Fólkaflokkurin hjá Kjell Magne Bondevik, forsætisráðharra, fekk eisini ein frammaná og endaði á 6,8 prosentum. Vinstri hevði harafturímótri frangongd og fekk 5,9 prosent.
Tann stóri sigursharrin á borgarliga vonginum var Framburðsflokkurin, sum hevði eitt sera gott val. Flokkurin fekk 22,1 prosent og er nú nógv tann størsti á tí borgarliga vonginum. Tilsamans fingu teir borgarligu flokkarnir 82 umboð í Stórtingið.

Ósamd um mangt
Samgongusamráðingarnar ímillum teir tríggjar reyð-grønu flokkarnar eru longu byrjaðar, og gongst sum ætlað, verður nýggja stjórnin skipað miðskeiðis í oktober. Men politiskir eygleiðarar í Noregi siga, at samráðingarnar verða ikki lættar, tí teir tríggir flokkarnir eru ósamdir á fleiri økjum.
Eitt nú er Arbeiðaraflokkurin fyri at fara undir oljuvinnu í Barentshavinum, men tað vilja partar av Sosialistiska Vinstraflokkinum ikki hoyra talan um. Arbeiðaraflokkurin er fyri at byggja fleiri gassorkuverk, men tað vilja SV og Miðflokkurin ikki góðtaka, uttan so at orkuverkini lúka sera strangar umhvørvistreytir.
Eitt annað, sum flokkarnir heldur ikki eru samdir um, er, hvussu nógvar oljupengar politikararnir skulu brúka. Arbeiðaraflokkurin hevur hug at spara, men hinir báðir flokkarnir halda, at politikararnir eiga at játta meiri oljupengar til skúlar, samferðslu og heilsumál.
Uttanríkispolitikkin eru flokkarnir heldur ikki samdir um. Arbeiðaraflokkurin er fyri noprskum ES-limaskapi, men tað vilja hinir báðir ikki, so tann spurningurin verður neyvan tikin fram í hesum valskeiðinum.


Úr politikki
Fleiri kendir norskir politikarar fóru burtur úr politikki á hesum valinum. Ein teirra er forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik. Hann boðaði longu undan valinum frá, at kundi hann ikki halda fram sum forsætisráðharri eftir valið, fór hann at taka seg burtur úr politikki. Tað endurtók hann aftan á ósigurin fyrrakvøldið.
Valið mánadagin var eisini søguligt á tann hátt, at Stórtingið fekk tann yngsta limin, sum tað nakrantíð hevur havt. Tað er tann 21 ára gamla Anna-Kristin Ljunggren, sum varð vald fyri Arbeiðaraflokkinum í Nordland.