Næstan øll vilja til Havnar

Tróndur Sigurðsson
Valevni Javnaðarfloksins
-------

- Men Havnin er ikki altíð til reiðar at taka ímóti. Loysnin er fleiri luta- og lestaríbúðir

"Vit vilja til Havnar!"
Tað var greiða svarið frá yvir 70% av øllum útisetum, tá teir í stórari kanning vórðu spurdir hvar teir vildu búgva, um teir fluttu aftur til Føroya.
Tað er Havnin sum dregur, og tað skulu vit fegnast um.
Men tað er eisini ein avbjóðing.
Tá ein føroyingur er liðugur at lesa uttanlands, hevur hann møguleika at keypa sær eina lutaíbúð ella leiga sær okkurt fyri rímiligar pengar - uttanlands.
Skal viðkomandi til Havnar, má hann í flestu førum seta seg í milliónaskuld. Tað heldur nógvum aftur - og tað ger, at tilflytingin ikki er so stór, sum hon kundi verið.
Tí mugu og skulu vit hava ein liðiligari og meiri fjølbroyttan íbúðarmarknað. Tørvurin er ymiskur - og tí skulu møguleikarnir eisini vera ymiskir.
Hetta snýr seg als ikki bara um at fáa útisetar heim, men eisini um at tryggja barnafamiljum - og harvið børnunum - rímilig kor.
Eg fegnist um, at sitandi býráð hevur hækkað barnafrádráttin við 45%. Næsta stig er at skipa so fyri, at tað gerst bíligari at seta búgv.
Eg fari tí at virka fyri, at lutaíbúðir og lestaríbúðir verða ein nógv størri partur av íbúðarmarknaðinum.