r væntandi hildin í næstum.
Fundurin var merktur av, at allir luttakararnar høvdu hug til at hyggja frameftir, og ikki nýta tíðina til at tosa um trupulleikarnar ið hava verið í Sandoynni.
Egil Olsen (menningarstjóri, Sandoy Seafood), gjørdi eina stutta gjøgnumgongd av, hvussu fyritøka hansara hevði ment seg, síðan virksemi teirra byrjaði í 1997. Hann vísti eisini á, hvussu fiskiídnaðurin á Sandoynni kann mennast, og var serstakliga fegin um tað komandi samstarvið við LIDO Seafood í Skálavík. Egil Olsen fanst tó at myndugleikunum fyri, at ongi aliloyvi eru tillutað Sandoynni.
Ólavur Ellefsen (stjóri, VIT) greiddi frá hvat KT-vinna er. Hann vísti á, at KT kann samanberast við annan infrastruktur, sum til dømis vegir, el-megi og telefonsamband. KT gerst tí ein náttúrligur partur av øllum vinnuligum virksemi, herundir eisini fiskiídnaðinum. Skal KT-vinnan menna seg í Sandoynni, fer tað helst fyri tað mesta at snúgva seg um smáar fyritøkur, helt Ólavur Ellefsen.
Gunnar Bjarnason (landbúnaðarfrøðingur) nýtti eitt ?talandi? dømi til at lýsa, hvussu lítil partur av jørðini ið hoyrir til Sandoynna, ið er góður bøur. Hann mælti staðiliga til, at hesin verður varðveiddur.
Gunnar Bjarnason helt ikki at vit nakrantíð vera før fyri at fremja eina hópframleiðslu av landbúnaðarúrdráttum í Føroyum. Hinvegin eru møguleikarnar góðir fyri, at fólk hava hetta sum ítriv - til dømis kundi meira verið gjørt við at dyrka grønmeti, tí mangastaðni í Føroyum eru nógv betri møguleikar fyri hesum, enn fólk flest geva sær far um.
Annars helt hann, at skulu bóndirnar fáa skuldarsanering, skal hetta gerast undir hørðum treytum.
Linjohn Christiansen (stjóri, p/f LIDO Seafood) eftirlýsti nakrar visjónir fyri, hvussu Sandoyggin skal síggja út um 10-20 ár. Hann gjørdi eina gjøgnumgongd av, tí vinnuliga tilfeingi sum longu er í Sandoynni. Niðurstøða hansara var, at vinnulívið í oynni fyrst og fremst skal vera fiskiídnaður, meðan annað vinnuvirksemi í mesta lagi kann vera avleitt virksemi
Eins og Egil Olsen, fegnaðist Linjohn Christiansen um tað komandi samstarvið millum Sandoy Seafood og LIDO Seafood.
Magni Arge (stjóri, Atlantic Airways) vísti á, at samferðslukervið er altavgerandi - líka mikið hvat slag av vinnuligum virksemi ið tosað verður um. Hann undraðist tó yvir, at tað eru so fá føroysk fiskavirki, ið útflyta fisk loftvegis. Tað eru t.d. ógvuliga fá, ið hava havt hug at nýta tann kapasitet til farmaflutning ið Atlantic Airways kann bjóða, segði Magni Arge.
Hann gjørdi eisini nógv burturúr møguleikunum ið eru fyri ferðavinnu í Sandoynni, men legði tó dent á, hvussu neyðugt tað er at samskipa tilboðini.
Til stóra frøi fyri fundarfólkið segði Magni Arge, at hann helt tað vera neyðugt við 2 flogvøllum í Føroyum, tí tað er heilt burturvið, at tað kann taka upp til 3 dagar at koma til landið, tá illa veit við.
Umleið 80 fólk vóru á fundi, og hetta er yvir 5% av øllum íbúgvunum í Sandoynni.