Ivan Fedorov, guvernørur í Zaporizjzja-regiónini

Næstan 500 álop á Zaporizjzja í eitt samdøgur

Sambært guvernørinum lupu russar á Zaporizjzja-regiónina við bæði rakettum og dronum

Ivan Fedorov, guvernørur í Zaporizjzja-regiónini

Seinasta samdøgrið er Zaporizjzja-regiónin í Ukraina álopin 480 ferðir av russisku herinum.

 

Tað upplýsir guvernørurin í økinum, Ivan Fedorov, á Telegram.

 

Sagt verður um ein mann, sum er løstaður í álopunum, men annars er einki frætt um persónligar skaðar.

 

Sambært guvernørinum lupu russar á Zaporizjzja-regiónina við bæði rakettum og dronum.

 

Ukrainsku myndugleikarnir hava higartil fingið 81 fráboðanir um skaðar á hús, íbúðir, landbúnaðarbygningar og bilhús í regiónini.

 

 

 

Ivan Fedorov, guvernørur í Zaporizjzja-regiónini