Starvið sum Brekumboð verður endurlýst

Starvið sum Føroya fyrsta Brekumboð verður endurlýst við freist at søkja  mánadagin 15. september 2025 kl. 12.00.

Tað verður gjørt, tí setanarnevndin vil hava fleiri umsøkjarar at velja ímillum. Fimm umsóknir komu inn, tá tað var lýst herfyri. Men tað er ikki tí, at tey fimm ikki er nógv kvalifiserað, segði Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum, við Kringvarpið.

 

Talan er um nýggja og týðandi fyriskipan, ið hevur til endamáls at styrkja rættindi hjá fólki, ið bera brek.

 

Brekumboðið skal hava eitt sakligt, framlítandi og virkið eftirlit, sum bæði borgarar og myndugleikar kunnu hava álit á og virðing fyri. Nærlagni, góðska og óheftni eru aðaltættir í starvinum.

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at brekumboðið skal hava skrivstovu í Klaksvík.

 

Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár, men kann leingjast trý ár. 

 

Les meira um starvið HER