Trump vil hava deyða­revs­ing fyri dráp í Wash­ing­ton D.C.

Eftir at hava sett tjóðarverjuna í Washington D.C., vil Trump eisini hava deyðarevsing fyri øll morð.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði í dag stjórnarfund framman fyri rullandi myndatólum. - Mynd: Jónatan Ernst/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vil hava, at morð í amerikanska høvuðsstaðnum Washington D.C. skulu viðføra deyðarevsing.

Tað segði hann á fundi í stjórnini í dag.

- Um onkur drepur onkran í høvuðsstaðnum, Washington D.C., fara vit eftir deyðarevsing, segði hann, sambært tíðindastovuni Reuters.

Fráboðanin kemur eftir fleiri vikur, har fleiri hundrað hermenn hjá National Guard hava verið útsettir av Trump á gøtunum í Washington D.C.

Hann sigur, at tað eru óhóskandi brotsverk í býnum, har meirilutin er demokratar.

Men embætisfólk í býnum hava noktað, at tey hava mist tamarhaldið á trupulleiknum við harðligum brotsverkum. Tey vísa á hagtøl, sum vísa, at tølini eru minkað síðani tey vóru hægst í 2023, skrivar Reuters.

Í Washington, D.C., sum ikki er partur av nøkrum stati, er deyðarevsingin ikki ein lokal lóg. Men sambært tíðindastovuni AP eru flestu morðmálini førd eftir lokalari lóg.

Í ávísum førum kunnu ákærar tó velja at leggja mál fyri samveldisdómstólar, og sambært samveldislógini eru ávís brotsverk revsað við deyða.

Trump sigur á stjórnarfundinum, at deyðarevsingin hevur eina "sterka" avbyrgjandi ávirkan.

- Eg veit ikki, um vit eru klár til tað í hesum landinum, men tað eru vit. Vit hava einki val, sigur Trump.

NGO Death Penalty Information Center skrivar á heimasíðuni, at kanningar ikki hava funnið týðandi prógv fyri, at deyðarevsingin forðar fólki frá at fremja brotsverk.

 

/Ritzau/

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði í dag stjórnarfund framman fyri rullandi myndatólum. - Mynd: Jónatan Ernst/Reuters