Tíðindaskriv:
Mikudagin 27. august gevur Døgg Nónsgjógv út heildarútgávuna Livandi við 11 sangum, sum varpa ljós á vaksnamannakærleika í øllum sínum avbrigdi – tað góða, tað keðiliga, tað harða og tað besta.
Útgávan er serlig á tann hátt, at hon er ein tulking av kærleikssøguni hjá foreldrunum – vegurin fram til kærleikan. Tað er ein djúp tulking, har tónleikurin fangar bæði gleði, sorg, styrki og eymleiki – alt tað, sum kann røkka og raka í kærleikanum.
“Eg havi altíð verið hugtikin av, hvussu kærleiki kann síggjast bæði sum ein styrki og ein avbjóðing. Foreldur míni hava givið mær eina søgu, sum er bæði stórsligin og nærverandi, og tí ynskti eg at geva mær sjálvari ta avbjóðing at tulka kærleikan,” sigur Døgg.
Útgávan er skrivað í felag við Høgna Lisberg og er innspæld í studio við Gøtugjógv, har Høgni, Jan Rúni Poulsen og Johan Hentze hava spælt ljóðførini.
Høgni hevur eisini framleitt, ljóðblandað og masterað útgávuna.
Livandi kærleiki til útgávukonsertir
Í sambandi við útgávuna verður eisini ein útgávukonsert á Reinsarínum fríggjakvøldið 29. august kl. 21, har Døgg saman við bólki sínum fer at framføra sangirnar fyri fyrstu ferð á palli sum heild.
Eisini framføra tey í mentanarhúsinum í Fuglafirði 6. september, til mentanarvikuna.
Við Døgg á pallinum spæla Høgni Lisberg, Jan Rúni Poulsen, Jens L. Thomsen, Johan Hentze, Vinjar Egilsnes Petersen og Drós Ellingsgaard.
Á konsertunum ber til at ogna sær fysiska útgávu av plátuni á LP.
##med2##
Keyp atgongumerki til konsertina á Reinsarínum her: https://www.atgongumerki.fo/3321520/livandi-utgavukonsert-hja-doegg-nonsgjogv
Útgávan er tøk á øllum stroymingartænastum: https://orcd.co/livandi_album
Til ber eisini at ogna sær LP-plátuna hjá Tutl.